24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Kapittul 1

Almanna- og heilsumálastýrið · 269

Fólkatingslógir, sum galda fyri alt ríkið

Krígsendurgjald

Her er oftast talan um upprunaliga gamlar, danskar lógir, sum eru

settar í gildi, áðrenn heimastýrislógin varð samtykt í 1948, og sum

formliga enn galda í Føroyum. Fyri seinna veraldarbardaga vóru Føroyar

eitt vanligt, danskt amt, og donsku lógirnar høvdu tískil eisini

gildi fyri Føroyar av sær sjálvum. Ein serlig lóg ásetti tó, at hesar

donsku lógir vanliga ikki fingu gildi í Føroyum fyrr enn fýra vikur

eftir, at tær vóru kunngjørdar í Dimmalætting.

Summar fólkatingslógir eru tó settar í gildi fyri alt ríkið, eisini eftir

seinna veraldarbardaga.

Lb. nr. 244 af 01.04.1992 om erstatning til besættelsestidens ofre, som

ændret ved L. nr. 502 af 24.06.1992 om ændring af lov om

erstatning til besættelsestidens ofre, (færøske fiskere).

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru Arbejdsskadestyrelsen og Erstatningsrådet.

Tað er Arbejdskadestyrelsen, sum umsitur lógina. Fyri at avgreiða eina

umsókn krevst, at sjúkrahús, læknar og onnur lata Arbejdsskadestyrelsen

upplýsingar, sum hava týdning fyri viðgerðina av endurgjaldinum.

Avgerðir hjá Arbejdsskadestyrelsen sambært hesi lóg kunnu verða

kærdar til Erstatningsrådet.

2. Lóggáva

Lógin ásetir, at danskir statsborgarar, sum í minsta lagi 6 mánaðir í

tíðini frá 9. apríl 1940 til 5. mai 1945 hava siglt við føroyskum fiskiskipi,

kunnu søkja um endurgjald fyri mist arbeiðsevni. Fyri at skjalprógva

hesa siglingartíð, skal umsøkjarin venda sær til Føroya landsskjalasavn

fyri at fáa siglingartíðina. Lógin er eisini galdandi fyri

hjúnafelagar hjá teimum, sum sigldu.

Lógin er fólkatingslóg, sum er sett í gildi fyri alt ríkið í apríl 1992.

Fólkatingið gjørdi ávísar broytingar í lógini, tá ið talan var um

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!