24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

140 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kapittul 2

2.1. Danskar rættarreglur, sum eru settar í

gildi fyri Føroyar

Fiskivinnumál

Fiskiskapur

Fiskimark og eftirlit

– L.nr. 210 af 19.05.1971 om internationale reguleringsforanstaltninger

vedrørende fiskeri.

Lóggáva: Talan er um ríkislóg, sum gevur myndugleikunum heimild

at gera altjóða sáttmálar og avtalur um fiskiveiðu innan og uttan fyri

danskt sjóøki. Hetta fevnir eisini um føroyskt sjóøki.

Lógin gevur heimild til at áseta kunngerðir í sambandi við gjørdar

sáttmálar og avtalur. Áðrenn kunngerðirnar verða settar í gildi fyri

Føroyar, skal føroyska heimastýrið, eftir samráðingar, hava góðkent

kunngerðirnar.

Talan er um lóggávu, sum m.a. var knýtt at tí fyrra NEAFC-sáttmálanum.

Við tað Føroyar høvdu ávísir trupulleikar sambært heimastýrislógini

at áseta reguleringar um fiskiskap uttan fyri 12 fjórðinga

fiskimarkið, varð neyðugt við serligari ríkislóggávu. Hvat ið viðvíkir

umsiting av føroysku fiskiveiðuni, hevur henda lóggáva ikki havt

nakran leiklut tey seinastu nógvu árini. Mælt verður tí til, at lógin

formliga verður sett úr gildi.

Fyrisiting: Sambært § 1, stk. 1, er tað danska stjórnin, sum kann seta

altjóða sáttmálar í gildi, bæði innan fyri og uttan fyri danska fiskimarkið.

– L.nr. 597 af 17.12.1976 om Danmarks Riges Fiskeriterritorium.

Lóggáva: Talan er um ríkislóg, sum gevur danska forsætismálaráðharranum

heimild við kongligari fyriskipan at seta avmarkingar fyri

føroyskt sjóøki.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!