24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Skrásetingarmál

Samandráttur og niðurstøður · 21

Hóast skipaskrásetingin er einasta skrásetingarmál, sum er føroyskt

sermál, fyrisitur Skráseting Føroya øll skrásetingarmál undir Fiskimálastýrinum.

Skráseting av parta- og smápartafeløgum, vinnurekandi grunnum

o.ø. er felagsmál, og lóggávan donsk. Økið verður tó fyrisitið í Føroyum,

og verður lutvíst fíggjað við nýtslugjøldum, (skrásetingargjøldum),

og lutvíst yvir fíggjarlógina. Tí er hetta ikki eitt øki, sum verður

tungt at yvirtaka.

Tá ið ræður um fyrisiting av skrásetingarmálum er tó at nevna, at

um kært verður yvir avgerðir hjá Skráseting Føroya í sambandi við

parta- og smápartafelagslógina og lógina um vinnurekandi grunnar, er

Erhvervsministeriets Erhvervsankenævn kærumyndugleiki. Skal hetta

eisini verða fyrisitið í Føroyum, verður mælt til, at kærumyndugleikin

framyvir verður Føroya kærustovnur. Kærur av hesum slag koma sera

sjáldan fyri, so neyðugt verður ikki at skipa eina serliga fyrisiting bert

til kærumál.

Í verandi skipan skal Erhvervs- og Selskabsstyrelsen góðkenna, at

ein grunnur hoyrir undir lógina og sostatt kann verða skrásettur í Føroyum.

Erhvervs- og Selskabsstyrelsen er grunsmyndugleiki, og Løgmálaráðið

skal góðkenna broytingar í viðtøkununum hjá vinnurekandi

grunnum.

Fiskimálastýrið metir, at Skráseting Føroya kann átaka sær tær

uppgávur, sum Erhvervs- og Selskabsstyrelsen nú hevur. Møguliga

kann lógardeildin á Løgmansskrivstovuni góðkenna viðtøkubroytingarnar.

Millumtjóða samstarv

Sambært § 8 í heimastýrislógini og sambært siðvenju hevur heimastýrið

í ávísum førum heimild at tingast við og gera avtalur við onnur

lond um fiskivinnuavtalur. Vanligt hevur verið, at umboð fyri donsku

uttanríkistænastuna hava verið við – men tey hava fyri mesta partin

verið eygleiðarar.

Føroyskir myndugleikar hava tískil longu drúgvar royndir at samráðast

um og umsita tílíkar sáttmálar, hóast vit ikki fyrr enn við fullveldinum

fáa formligu heimildirnar á økinum.

Tá ið talan er um at vera við í fleirtjóða samstarvi, so hava vit eisini

royndir við tí, hóast vit ikki hava kunnað verið við sum sjálvstøðugt

land.

Danmark er limur í bæði NAFO, (Northwest Atlantic Fisheries

Organisation), og NEAFC, (Northeast Atlantic Fisheries Commissi-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!