24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

282 · Hvítabók – Fylgibind 2

Við heimild í kongligu fyriskipanini er sett í gildi:

– B. nr. 634 af 05.07.1994 om gratis vaccination mod visse smitsomme

sygdomme m.v. på Færøerne.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Landskassin ber útreiðslurnar av at samsýna læknum fyri at koppseta

fyri sjúkur sambært lógini, eins og hann ber útreiðslurnar av koppingarevnum.

Aðrar útreiðslur sambært lógini verða goldnar av dønum.

Við tað at økið er felagsmál, er fíggjarliga ábyrgdin donsk.

Fráboðan um føðingar og andlát

A. nr. 115 af 20.02.1989 om anmeldelse af fødsler og dødsfald.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru „Folkekirkens ministerialbøger,“

landsstýrismaðurin í heilsumálum og varabiskupurin í Danmark.

Føðingar og andlát í Føroyum skulu verða fráboðað „Folkekirkens

ministerialbøger.”

Í samráði við varabiskupin í Danmark ásetir landsstýrismaðurin í

heilsumálum neyvari reglur um fráboðanirnar.

2. Lóggáva

Økið er felagsmál. Lógin er sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan.

Lógin snýr seg um, hvørjir myndugleikar skulu hava boð um føðingar

og andlát í Føroyum.

Við heimild í lógini er sett í gildi:

– K. nr. 76 frá 17.07.1989 um fráboðan um føðingar og andlát.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Danski staturin ber útreiðslurnar sambært lógini.

Sterilisatión og kastratión

A. nr. 73 af 14.03.1968 om sterilisation og kastration.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru løgmálaráðharrin, Retslægerådet,

Mødrehjælpsinstitutionen, landslæknin og dómarin.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!