24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Apoteksverkið

L.nr. 104 frá 05.09.1988

Almanna- og heilsumálastýrið · 345

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Danskir myndugleikar, sum hava fyrisitingarligar uppgávur og ábyrgd

av føroyska apoteksverkinum, eru m.a.:

Sundhedsstyrelsen, Statens Serumlaboratorium, Statens veterinære

institut for virusforskning, ávísir danskir undirvísingarstovnar, ávísir

útlendskir skrásetingarmyndugleikar, landslæknin í Føroyum og

dómsvaldið í Føroyum,

Teir tríggir fyrst nevndu myndugleikarnir eru við til at tryggja, at

medisinskur útbúnaður, sum antin verður innfluttur til Føroya ella

gjørdur í Føroyum, lýkur ávís heilsu- og trygdarkrøv. Hetta verður

m.a. gjørt við at seta danskar reglugerðir, standardir o.s.fr. í gildi fyri

medisinskan útbúnað á føroyska marknaðinum.

Harumframt kunnu sjúkrahús, læknar og djóralæknar í Føroyum

flyta inn koppingarevni og serum frá hesum stovnum uttan um apoteksverkið.

Ávísir danskir undirvísingarmyndugleikar skulu tryggja, at tey, sum

gera, selja ella ráðgeva um medisinskan útbúnað í Føroyum, eru

skikkað til hetta starv. Hetta verður m.a. gjørt við at krevja, at hesi

fólk hava tikið góðkendar, danskar útbúgvingar á økinum, t.d. farmaseut-

og apoteksassistentútbúgving.

Um ávísir danskir skrásetingarmyndugleikar hava góðkent medisinskan

útbúnað, so verður henda góðkenning eisini nýtt sum grundarlag

undir skrásetingini av útbúnaðinum á føroyska marknaðinum.

Landslæknin í Føroyum hevur í høvuðsdráttum eftirlitsmyndugleika

á økinum, og dómsvaldið hevur myndugleika til at revsa tann

ella tey, sum ikki halda ásettu reglurnar.

Føroysku myndugleikarnir á økinum eru serliga

• Landsapotekarin í Føroyum

• Avvarðandi landsstýrismaður

Landsapotekarin er „dagligur“ leiðari fyri alt apoteksverkið, t.e. apotekunum,

handkeypssølunum og apoteksgrunninum. Harumframt

hevur hann ovastu, fíggjarligu leiðsluna, og skal saman við apotekaranum

standa fyri rakstri, fíggjarætlanum og fíggjarstýring.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur generellar

heimildir at áseta neyvari reglur fyri virksemið hjá apoteksverkinum

og kann soleiðis við „rammustýring“ hava ávirkan á, hvussu

apoteksverkið í Føroyum verður skipað.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!