24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Millumtjóða samstarv

Samandráttur og niðurstøður · 31

Ikki ber til at siga í hvørjum av teimum ymsu norðurlendsku og

altjóða sáttmálunum, sum galda á undirvísingar- og mentaøkinum,

Føroyar skulu vera við sum sjálvstøðugt land.

Nevnast skal tó her, at tað er alneyðugt, at Føroyar gerast limir í

IMO (International Maritime Organization), og at IMO-sáttmálin

verður settur í gildi fyri Føroyar. Somuleiðis má tann nýggi sáttmálin

um atgongd til hægri lestur í Norðurlondum verða settur í gildi her.

Aðrir sáttmálar eru eisini, sum stýrið mælir til, at Føroyar gerast

sjálvstøðugur partur av. Her verður m.a. hugsað um Helsingforsavtaluna

og sáttmálan um Norðurlendska Mentanargrunnin.

6. Almanna- og heilsumálastýrið

Partvís yvirtikin øki

Almanna- og heilsuøkið er tað størsta útreiðsluøkið á fíggjarlógini.

Tað kostar uml. 1.3 mia. kr.

Nakrir partar av málsøkinum (apoteksverkið og vanlukkutryggingarøkið)

eru fult yvirtiknir av heimastýrinum, nakrir eru bara yvirtiknir

viðvíkjandi fyrisiting, meðan aðrir framvegis eru danskir burturav og

verða fíggjaðir beinleiðis úr statskassanum. Her er serliga talan um

Landslæknan, sum kostaði 1,1 mió. kr. í 1998.

Í 1993 varð avtala gjørd ímillum stjórnina og heimastýrið um, at

heimastýrið skuldi yvirtaka ávís øki innan almanna- og heilsumál sum

snúgva seg um, hvørjar veitingar tann føroyski borgarin hevur rætt

til.

Hesar yvirtøkur vórðu gjørdar sambært § 9 í heimastýrislógini, og

føroyskir myndugleikar fingu heimild at áseta reglur um uppgávur og

fyrisiting á økinum.

Á almannaøkinum var talan um forsorgar- og barnaforsorgarskipanina,

pensiónsskipanina, dagpeningaskipanina, og reglur um dagtilboð

og hjálp til børn og ung. Á heilsuøkinum var talan um reglur

viðvíkjandi sjúkrahúsverki, kommunulæknum, heilsu- og heimasjúkrasystrum,

skúlalæknum, tannrøkt og sjúkratrygging.

Rammulógirnar sum tá vórðu samtyktar áseta, at tær donsku lóg-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!