24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Kapittul 4

Formligt og óformligt samstarv

Samstarv við danskar toll- og skattamyndugleikar.

Fíggjarmálastýrið · 127

Eitt skipað samstarv millum Líkningarráð Føroya og danskar skattamyndugleikar

varð tikið upp, tá ið farið varð undir samtíðarskattalógina.

Líkningarráðið fekk hjálp frá bæði táverandi kelduskattadirektoratinum,

skattadepartementinum og donsku kommununum.

Fleiri donsk starvsfólk hjálptu til við arbeiðinum, bæði við at koma

til Føroya og við at kunna føroysk starvsfólk, sum fóru til Danmarkar.

Soleiðis var eisini í 1992, tá ið farið varð undir at gera eina meirvirðisgjaldslóg,

sum kom í gildi 1. januar 1993. Tá varð avtala gjørd

við Told- og Skattestyrelsen í Danmark um, at Region Frederikshavn

skuldi vera okkum til hjálpar við lógarsmíði og við at fáa lógina setta

í verk.

Sama mannagongd hevur verið nýtt í sambandi við umsiting av

tolllógini.

Kostnaðurin fyri landskassan hevur at kalla verið útreiðslur til ferðing

og uppihald, og har tað hevur verið neyðugt, eitt vet til úrtíðararbeiði.

Eisini kann verða nevnt, at Region Esbjerg hevur havt starvsfólk úr

Føroyum í ein mánað og sett tey inn í viðurskiftini við kolvetnisskatting.

Danska toll- og skattastýrið hevur eisini boðað frá, at teir fegin vilja

rætta eina hjálpandi hond við umsiting av kolvetnisskattalógini undir

somu treytum, sum hjálpin higartil hevur verið veitt.

Samanumtikið kann verða sagt, at umfatandi, óformligt samstarv

hevur verið millum Toll- og skattstovuna og danskar toll- og skattamyndugleikar,

tá ið arbeitt hevur verið við teim stóru lógunum á tollog

skattaøkinum, og mett verður, at kostnaðurin av samstarvinum við

Told og Skat í Danmørk hevði verið fleirfaldaður, um goldið skuldi

verið fyri tænasturnar á vanligan hátt við gjaldi fyri serfrøðingahjálp

og fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur.

Um hetta alt verður øðrvísi, um viðurskiftini millum Føroya og

Danmarkar annars verða broytt, er ilt at meta um. Persónliga sambandið

verður so har eina tíð framyvir, um annað verður broytt.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!