24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 309

3. Fíggjarlig ábyrgd

Málsøkið er felagsmál, tað merkir, at fíggjarliga ábyrgdin av málsøkinum

liggur í Danmark.

Um upplýsingar um fíggjarligar avleiðingar annars, sí inngangin til

kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar heilsuútbúgvingar.

Fótrøktarar (Fótterapeutar)

A. nr. 100 af 20.02.1987 om ikrafttræden på Færøerne af lov om

fodterapeuter.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Myndugleikarnir í fyriskipanini eru Heilsumálaráðið, Undirvísingarmálaráðið,

Sundhedsstyrelsen, danska Undirvísingardirektoratið og

fútin.

Uppgávurnar hjá Heilsumálaráðnum sambært fyriskipanini er at

góðkenna fótrøktarar, eisini teir, sum hava tikið líknandi útbúgving

sum ta donsku í øðrum londum. Tá ið ein skal vera góðkendur, verður

mett, um viðkomandi er egnaður at vera fótrøktari. Heilsumálaráðið

sær til, at yvirlit er yvir givnar góðkenningar, og ráðið kann eisini taka

góðkenning frá fólki og geva hana aftur av nýggjum.

Uppgávan hjá Undirvísingarmálaráðnum er at góðkenna fótrøktaraskúlar

og at áseta neyvari reglur um útbúgvingina og um kærumøguleikar,

tá ið Undirvísingarmálaráðið sambært fyriskipanini hevur

latið Undirvísingarstýrinum sína ábyrgd.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen er at hava eftirlit við fótrøktarunum

sambært „lov om sundhedsvæsenets centralstyrelse,“ (sí omanfyri).

Sundhedsstyrelsen almannakunnger, tá ið fótrøktarar missa góðkenningina,

ger vegleiðingar um arbeiðsøkið hjá fótrøktarunum og

ásetir neyvari reglur um, hvussu fótklinikkir verða innrættaðar.

Uppgávan hjá fútanum er, at um fótrøktari gerst sekur í grovari ella

endurtakandi misrøkt í starvi sínum, skal fútin átala hetta, og verður

fótrøktarin tá revsaður við bót ella hefti.

2. Lóggáva

Lógin ásetir reglur um, hvat krevst av fótrøktarum og virksemi teirra

í Føroyum.

Økið er felagsmál, og lógin er tí sett í gildi í Føroyum við kongligari

fyriskipan, men er ikki dagførd síðani 1987, av tí at føroyska umsitingin

hevur ikki havt neyðuga arbeiðsorku til tess.

Um lóggávuna annars og samstarvsavtalu við donsku stjórnina, sí

inngangin til kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar

heilsuútbúgvingar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!