24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

30 · Hvítabók – Fylgibind 2

góðkennir útbúgvingarnar, um føroyskt sjófólk skal kunna sigla við

útlendskum skipum og við føroyskum skipum í onnur lond.

Antin má hetta samstarv halda fram sum nú, ella mugu føroyskir

myndugleikar sjálvir fáa IMO at góðkenna okkara útbúgvingar. Hetta

krevur, at Føroyar fáa limaskap í ST og IMO, og eina umsiting at

syrgja fyri fyrireikingararbeiðinum til góðkenningina. Í donsku umsitingini

er hetta málsøkið í Søfartsstyrelsen, og tí eigur tað kanska at

verða lagt til Fiskimálastýrið í føroysku umsitingini.

Um lærlingaútbúgvingarnar er eisini nógv og týdningarmikið samstarv.

Av teimum 70 lærlingaútbúgvingunum í Føroyum eru 44, har

lærlingar verða sendir til Danmarkar í lærutíðini. Mett verður, at uml.

70 lærlingar fara til Danmarkar í miðal 10 vikur hvørt ár.

Avtalur eru gjørdar við so at siga allar yrkisnevndir í Danmark um,

at føroysk sveinabrøv verða góðtikin í Danmark ájavnt við donsk

sveinabrøv. Treytirnar eru, at læruráðið veitir trygd fyri, at føroysku

útbúgvingarnar eru fult so góðar sum tilsvarandi útbúgvingar í Danmark

– bæði verkliga læran á læruplássinum og ástøðiliga og verkliga

innihaldið í skúlanum.

Landsskjalasavnið hevur tætt samstarv við Statens Arkiver. Í sambandi

við fullveldisætlanina verður neyðugt at endurskoða avtaluna

millum hesar stovnar, og prinsipiellar avgerðir mugu takast um, hvar

savnindi statsins í Føroyum og føroysk savnindi í Danmark skulu

goymast í framtíðini.

Jarðfrøðisavnið hevur samstarv við Danmarks og Grønlands Geologiske

Undersøgelser, GEUS. Hetta samstarv er av stórum týdningi

og á fleiri stigum.

Sum skilst, er talan um nógv samstarv, og tað hevur í fleiri førum

avgerandi týdning – bæði fakliga og fíggjarliga.

Undirvísingar- og mentamálastýrið mælir tí til at gera eina avtalu,

sum tryggjar, at verandi samstarv millum føroyskar og danskar stovnar

og myndugleikar kann halda áfram. Tað einfaldasta er, at tað í avtaluni

um skiftistíðina verður staðfest, at føroyskir stovnar hava rætt

til hetta samstarv, og at stovnarnir sjálvir – eins og nú – leggja tað til

rættis.

Stýrið metir, at eitt tílíkt samstarv kann fáast í lag, men fíggjarliga

verður tað helst dýrari enn nú. Tað er sannlíkt, at donsku myndugleikarnir

fara at krevja, at vit rinda fyri onkrar av teimum tænastum,

sum vit sum er fáa fyri einki sum partur av ríkinum. Hvussu nógv

talan verður um, er ilt at siga.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!