24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

21 – Hvítabók – Fylgibind 2

Almanna- og heilsumálastýrið · 321

3. Fíggjarlig ábyrgd

Donsku myndugleikarnir hava við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum

útreiðsluskylduna sambært hesi lóg. Sum endurgjald fyri at

rinda útreiðslurnar, fær heimastýrið blokkstuðul.

Viðmerkingar til lógirnar um avlamis- og fólkapensión

Uppskot til løgtingslóg um almannapensiónir o.a. er lagt fyri Løgtingið

í tingsetuni 1998-99. Verður lógin samtykt, kemur hon í gildi

tann 1. januar 2000.

Verður lógin samtykt, verða eingi krøv viðvíkjandi fyrisiting og lóggávu

í sambandi við fullveldi.

Sambært løgtingslógaruppskotinum kann pensión verða játtað

fólki, ið hevur fylt 18 ár. Í galdandi lóg er aldurin 15 ár.

Vanligur fólkapensiónsaldur verður 67 ár fyri øll. Møguligt er

sambært uppskotinum hjá øllum at søkja um fyritíðarpensión,

grundað á heilsu- ella arbeiðsumstøður ella aðrar serligar umstøður

frá 50 ára aldri. Í galdandi lógum hava einkjur og einsamallar

kvinnur møguleika at søkja um hesa pensión frá 50 ára aldri, og

onnur kunnu søkja frá 60 ára aldri. Einsamallar kvinnur og tær, sum

eru giftar við pensiónistum, hava sum er rætt til pensión frá 62 ára

aldri.

Fyritreytin fyri at fáa pensión yvirhøvur, áðrenn umsøkjarin er

fyltur 60 ár, er, at ikki hevur borið til at útvega arbeiði ella at menna

vinnuførleikan hjá viðkomandi, og pensión tískil er einasti forsorgarmøguleiki.

Eftir galdandi lóg er hetta einans beinleiðis ásett sum ein

fyritreyt, tá talan er um avlamispensión.

Lægsta avlamispensión er hækkað og broytt soleiðis, at hon verður

hin sama sum aðrar fyritíðarpensiónir á fólkapensiónsstigi; eingin

pensión er sostatt eftir uppskotinum lægri enn fólkapensiónin.

Ásetingarnar um hjúnabands-, sjúkrakassa- og aldursviðbøtur og

avlamisveiting verða settar úr gildi. Í uppskotinum verður viðbótin

hækkað við verandi sjúkrakassaviðbót. Aldursviðbótin verður framhaldandi,

við skiftisreglu, varðveitt fyri tey, sum fáa hana í dag.

Hjúnabandsviðbótin fellur heilt burtur. Avlamisveiting kann sambært

galdandi lóg verða veitt teimum, sum fyri inntøku ikki kundu fáa

pensión, tá ið avlamni eftir lækna hugsan er so mikið umfatandi, at

tey høvdu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensión. Avlamisveitingin

fellur burtur. Hetta kemst av, at sambært uppskotinum

verður øll fyritíðarpensiónin inntøkuregulerað, og fellur pensiónin

tískil burtur, tá pensiónisturin hevur størri inntøku enn eina ávísa

upphædd. Tí er rættast, at avlamisveitingin fellur burtur. Mett verður

eisini, at henda veiting ikki er so neyðug, sum fyrr. Avlamisveitingin

skuldi rokkið fyri tær eykaútreiðslur, brekið hevði havt við sær. Aðrar

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!