24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Góðkenningarlógirnar

Onnur felagsmál

3 – Hvítabók – Fylgibind 2

Samandráttur og niðurstøður · 33

Ein góðkenningarlóg er ein lóg, sum ásetir krøvini til góðkenning av

heilsustarvsfólkum. Sundhedsstyrelsen hevur fakliga eftirlitið við

øllum góðkendum heilsustarvsfólki í Føroyum.

Góðkenningarlógirnar byggja allar á altjóða krøv til heilsuútbúgvingar,

og krøvini til heilsuútbúgvingar eru tey somu í øllum ES- og

EBS-londunum.

Góðkenningarlógirnar eru felagsmál og verða tí settar í gildi í Føroyum

við kongligari fyriskipan. Tann yvirorðnaða fíggjarliga ábyrgdin fyri

økinum liggur í Danmark. Góðkenningarlógirnar vórðu ikki tiknar við í

rammulógina um heilsuverkið, tí mett varð, at føroyska heimastýrið ikki

hevði tað neyðuga fakliga innlitið á økinum til at áseta serføroyskar

reglur. Eisini varð mett, at heimastýrið ikki hevði orku til at halda

skipanina við líka – tvs. at seta neyðugu lógirnar í gildi á økinum, dagføra

tær og at hava fakliga eftirlitið við heilsustarvsfólkinum.

Í dag hevur føroyska umsitingin stórar trupulleikar við at fylgja við

í dagføringini av góðkenningarlógunum. Tískil eru flestu góðkenningarlógirnar

ikki dagførdar í minst 10 ár. Hvør einstøk góðkenningarlóg

og broyting í hesum lógum krevur somu mannagongd, sumríkislógartilmæli.

Um arbeiðið skal gerast til fulnar í Føroyum, krevur hetta

eina munandi størri umsiting.

Ein loysn á trupulleikanum við góðkenningarlógunum kundi verið,

at vit geva Danmark ella øðrum landi heimild til at umsita og lóggeva

á hesum økinum okkara vegna. Hetta hevði havt við sær, at tá ið ein

góðkenningarlóg verður sett í gildi ella broytt í landinum sum hevði

hesa heimild, so verður hon sett í gildi í Føroyum eisini. Í dag verður

heimildin til at broyta tær donsku lógirnar soleiðis at tær samsvara

við føroysk viðurskifti, kortini so at siga ikki brúkt.

Um ynskið er at heilsustarvsfólk í Føroyum skulu verða á sama

støði sum heilsustarvsfólk í Europa, verður mett, at samstarv má fáast

í lag við annað land í sambandi við fullveldi.

Innan heilsumál eru eisini onnur øki enn tey omanfyrinevndu, sum

enn eru felagsmál. Økini kunnu býtast upp í tveir bólkar:

1) Lógir, ið snúgva seg um veitingar til føroyska borgaran. Málsøkini

eru m.a. fosturtøka, fyribyrgjandi heilsukanningar og hjálp í sambandi

við barnsburð, ókeypis vaccinatión og sterilisatión. Mett verður, at

hesar lógir eiga at verða yvirtiknar. Ein møguleiki er at yvirtaka

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!