24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Løgmansskrivstovan · 91

ymiskur, soleiðis at føroyingar gera t.d. heilt óvanliga fá brotsverk eftir

fólkatalinum, bæði í norðurlendskum og í alheims høpi.

Smáu tølini, (t.d. minni enn ein eldsáseting, og fleiri ferðir minni

enn eitt morð um árið), gera tað enn truplari at leggja ráð fyri, hvørjum

tænastum tørvur er á, og hvør útreiðslutørvurin verður hvørt árið.

So sjáldsamar hendingar eru ongantíð javnt býttar yvir tíð og stað,

og tí hava vit so at siga vissu fyri, at hóast útreiðslutørvurin til flestu

sertænasturnar í miðal verður lágur, verður hann ár undan ári at

kunna skifta við fleiri milliónum. – Hinvegin gera smáu tølini tað

eyðsýnt, at á mongum økjum eru einastu fíggjarligu og fakligu ráðini

at leita sær tænasturnar aðrastaðni.

Sum sagt, upplýsir rigspolitichefen, at roknskapir og fíggjarætlanir

teirra ikki eru sundurlutað á deildir. Sostatt ber ikki til at fáa at vita,

hvat einstøku økini kosta, ella at royna at umrokna hesi til føroysk

viðurskifti.

Sambært virksemisroknskapinum hjá løgregluni fara 15% av játtanini

til leiðslu, fyrisiting og hjálpartænastur, og til Grønlands og Føroya.

Meta vit, at sama lutfallið kundi verið her 7 , fara 8.394.131-kr. til

leiðslu, fyrisiting og nevndu tænastur.

Í roynd og veru kunnu vit vænta, at leiðslu- og fyrisitingarparturin

gerst lutfalsliga tyngri, men at flestu sertænasturnar helst kunnu fáast

til keyps lutfalsliga bíligari, tí ongar grundútreiðslur eru, verða tænasturnar

keyptar úr verandi skipanum aðrastaðni 8 .

– Ymiskt er, hvussu løgregluleiðsla og løgreglufyrisiting eru skipað í

londunum kring okkum. Eitt nú hevur Danmark skipað flestu uppgávurnar

í eitt direktorat, (rigspolitichefen), har eisini allar landsfevnandi

tænasturnar eru skipaðar. Løgreglan í Íslandi hevur harafturímóti

sjálv um hendi flest allar direktoratsuppgávur, soleiðis at bert heilt

smávegis arbeiðsorka í sjálvari miðfyrisitingini fer til løgreglu afturímóti

orkuni, sum verður nýtt í donsku miðfyrisitingin. Í Íslandi er

tað so, at ein løgfrøðingur í Dóms- og kirkjumálaráðnum situr við

sjálvum løgregluøkinum burturav, ein annar við virksemi sýslumanna

7 Lutfallið er ov stórt, tí Grønland og Føroyar eru uppíroknað; men hinvegin eru helst

onkrar sertænastur, sum ikki eru fult uppíroknaðar.

8 Eisini hevði borið til at havt summar sertænastur í løgregluni, treytað av at samlíkar

uppgávur úr øðrum pørtum av fyrisitingini, sum tola at bíða, tá hart leikar á hjá løgregluni,

verða fluttar løgregluni at umsita. Tá høvdu starvsfólkini kunnað verið fleiri,

uttan at øll útreiðslan liggur á løgregluni, og tænastan fyri landið hevði verið betur úr

hondum greidd.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!