24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Almanna- og heilsumálastýrið · 279

seinast broytt við Ll. nr. 89 frá 04.06.1996. Eisini broytt við Ll. nr.

93 frá 13.06.1995.

Meginparturin av reglunum í hesi lóg varð settur úr gildi, tá ið nýggj

lóg um Sjúkrahúsverk Føroya varð sett í gildi í 1996.

Bert §§17-19 í lógini galda enn. Í hesum greinum stendur, at Statshospitalið

í Havn kemur undir føroyska heimastýrið 1.1.1977 og

verður lagt saman við Landssjúkrahúsinum.

Føroyska heimastýrið skal ikki rinda dønum nakað, um hetta kemur

undir føroyskt málsræði.

Vevnaðartøka úr fólki

Fosturtøka

A.nr. 317 frá 22.08.88 om udtagelse af menneskeligt væv.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligi myndugleikin sambært hesi lóg er Sundhedsstyrelsen.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen er at góðkenna teir stovnar, (sjúkrahús

o.tíl.), sum skulu hava loyvi til at taka vevnað úr fólki sambært lógini.

1. Lóggáva

Lógin snýr seg um, hvørji krøv verða sett heilsustarvsfólki og heilsustovnum,

tá ið vevnaður verður tikin.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Sambært lógini rindar danski staturin fyri útreiðslurnar.

A. nr. 228 af 20.06.1959 om foranstaltninger i anledning af

svangerskab m.v. og ændret ved A. nr. 73 af 14.03.1968.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru Mødrehjælpsinstitutionen, heilsumálaráðharrin,

staturin og løgmálaráðharrin.

Er kvinna so fyri, at hon vil hava fosturtøku, kann hon venda sær

til Mødrehjælpsinstitutionen. Mødrehjælpsinstitutionen skal tá geva

henni vegleiðing í, hvørjar møguleikar hon hevur at fáa fosturtøkuna.

Til hetta kann Mødrehjælpsinstitutionen fáa sær sakkøna hjálp uttanífrá.

Til líknandi stovnur sum Mødrehjælpsinstitution verður í Føroyum,

skulu fosturtøkur her verða gjørdar eftir samráð ímillum tann

góðkenda læknan, sum skal gera fosturtøkuna, og ein annan góðkendan

lækna.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!