24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 281

Uppgávan hjá Almannastovuni er at taka sær av kvinnum, sum frá

lækna ella jarðarmóður eru vístar til lækna, tí at tær hava persónligar,

sosialar ella fíggjarligar trupulleikar, ímeðan tær eru við barn.

Statens Seruminstitut hevur til uppgávu at gera tær kanningar av

blóðroyndum, sum eru neyðugar sambært lógini.

Heilsumálaráðharrin kann áseta neyvari reglur um kanningarnar av

blóðroyndum.

2. Lóggáva

Økið er felagsmál og sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan.

Lógin ásetir ikki faklig krøv ella altjóða standard til eitt ávíst heilsuøki,

men bert reglur um veitingar til borgarar í Føroyum viðv. fyribyrgjandi

heilsukanningum av barnakonum.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Økið er felagsmál, t.e., at danir hava fíggjarligu ábyrgdina.

Tilboð um ókeypis koppseting

A. nr. 17 af 16.01.1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om

tilbud om gratis vaccinationer mod visse sygdomme, som ændret

ved A. nr. 845 af 18.12.1987.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru heilsumálaráðharrin, Sundhedsstyrelsen

og Statens Seruminstitut.

Uppgávurnar, sum donsku myndugleikarnir sambært lógini hava, eru

hesar:

Heilsumálaráðharrin skal áseta reglur um tilboð um ókeypis koppseting

fyri ávísar sjúkur.

Sundhedsstyrelsen skal áseta vegleiðingar um koppseting sambært

lógini.

Statens Seruminstitut skal hava ávísa nøgd av koppingarevnum á

goymslu til koppsetingar sambært lógini.

2. Lóggáva

Økið er felagsmál. Lóggávan er ein konglig fyriskipan, t.e. donsk lóggáva,

sum er tillagað føroysk viðurskifti.

Talan er ikki um faklig krøv ella altjóða standard til eitt ávíst

heilsuøki, men lógin ásetir bert reglur um veitingar til borgarar í Føroyum

viðv. tilboðum um ókeypis koppseting. Tað eigur at standa til

Løgtingið at áseta, hvørjar veitingar tað vil geva sínum borgarum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!