24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

44 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kapittul 1

1. Niðurstøður

1.1 Lóggáva

1.2 Fyrisiting

Í hesum kapitli verða niðurstøðurnar skrivaðar. Niðurstøðurnar

byggja á evnini, sum Løgmansskrivstovan viðger í álitinum. Niðurstøðurnar

eru skipaðar á tann hátt, at fyrst verður tikið saman um

lóggávuna. Økini, talan er um, eru danskar rættarreglur, sum eru settar

í gildi fyri Føroyar, føroyskar rættarreglur, sum vísa til danskar

myndugleikar, uttanlandsøkið, sivilrættarmál, løgregla, varðhald og

kriminalforsorg.

Somuleiðis verða niðurstøður gjørdar um krøv til fyrisiting og fígging

á somu økjum.

Tikið verður eisini saman um formliga og óformliga samstarvið,

sum er millum Føroya og Danmarkar. Eisini verður niðurstøða gjørd

um millumtjóða sáttmálar, sum beinleiðis eru undir fyrisitingarøkinum

hjá Løgmansskrivstovuni.

Niðurstøðurnar hava støði í, at Føroyar verða fullveldi.

Donsku rættarreglurnar, ið galda fyri Føroyar, og sum eru viðgjørdar

í kap 2.1, verða lagdar fyri heimastýrið til ummælis, sambært heimastýrislógini

§ 7, tá ið tær skulu setast í gildi í Føroyum, ella tá ið

broytingar, sum ætlandi skulu galda fyri Føroyar, skulu gerast í teimum.

Hesar rættarreglur kunnu koma undir føroyskt málsræði uttan

at seta nýggj krøv til lóggávu. Tó eigur lóggávan at verða lýst av nýggjum

at koma í gildi fyri Føroyar, tá ið Føroyar gerast fullveldi. Eisini

er ynskiligt, at øll føroysk lóggáva er orðað á føroyskum.

Føroysku rættarreglurnar, sum eru viðgjørdar í kap 2.2, vísa í nøkrum

førum til danskar myndugleikar. Eftir fullveldið er neyðugt at

strika hesar tilvísingar.

Tvey tey fyrstu økini, sum verða viðgjørd í hesum áliti, eru danskar

rættarreglur, sum eru settar í gildi í Føroyum, og føroyskar rættarreglur,

sum vísa til danskar myndugleikar. Talan er mest um lóggávu,

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!