24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Sjúkrasystrar

20 – Hvítabók – Fylgibind 2

Almanna- og heilsumálastýrið · 305

í Føroyum, men er ikki dagførd síðani 1988, av tí at føroyska umsitingin

hevur ikki havt neyðuga arbeiðsorku til tess.

Um lóggávuna annars og samstarvsavtalu við donsku stjórnina, sí

inngangin til kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar

heilsuútbúgvingar.

Við heimild í lógini eru hesar donsku kunngerðir settar í gildi:

– B. nr. 391 af 29.08.1979 om begrænsning i kliniske tandteknikeres

virksomhedsområde.-

– B. nr. 547 af 10.11.1981 om kliniske tandteknikeres pligt til at

indberette nedsættelse til embedslægeinstitutionen m.v.-

– B. nr. 548 af 10.11.1981 om kliniske tandteknikeres pligt til at føre

ordnede optegnelser (journalføring).

3. Fíggjarlig ábyrgd

Málsøkið er felagsmál, tað merkir, at fíggjarliga ábyrgdin av málsøkinum

liggur í Danmark.

Um upplýsingar um fíggjarligar avleiðingar annars, sí inngangin til

kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar heilsuútbúgvingar.

A. nr. 353 af 21.12.1959, hvorved lov om sygeplejersker sættes i kraft

på Færøerne, som senest ændret ved A. nr. 217 af 06.04.1988. -.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar sambært fyriskipanini eru heilsumálaráðharrin,

undirvísingarmálaráðharrin, innanríkismálaráðharrin,

danska Undirvísingarstýrið, Sundhedsstyrelsen, danska Útbúgvingarráðið

og fútin.

Uppgávan hjá heilsumálaráðharranum er at áseta føroyskum

sjúkrasystravirksemi reglur, sum er neyðugar fyri at gera sáttmálar um

felags, norðurlendskan arbeiðsmarknað fyri sjúkrasystrar. Danska

Heilsumálaráðið virkar eisini sum kærumyndugleiki í málum sambært

fyriskipanini.

Uppgávan hjá danska Undirvísingarmálaráðnum er at áseta neyvari

reglur fyri útbúgvingina sum sjúkrasystir og at áseta neyvari reglur

um kærumøguleikar. Undirvísingarmálaráðið kann sambært fyriskipanini

lata Undirvísingarstýrinum sínar skyldur.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen sambært fyriskipanini er at góðkenna

sjúkrasystrar. Sundhedsstyrelsen kann eisini góðkenna sjúkrasystur,

ið hevur tikið líknandi útbúgving sum ta donsku í øðrum

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!