24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

342 · Hvítabók – Fylgibind 2

Tá ið kærunevndin vil hava betri greiðu á máli, sum er til viðgerðar,

kann stovnurin heita á áhugafeløg, fakfeløg, felagsskapir o.tíl. um at

koma á fund við stovnin fyri at lýsa málið.

Stovnurin hevur sjálvstøðuga skrivstovu, sum skal fyrireika tey mál,

ið kærunevndin skal viðgera. Tann myndugleiki, ið hevur tikið avgerð

og hevur kært, hevur skyldu at lata skrivstovu kærunevndarinnar allar

upplýsingar, sum hava verið grundarlag undir tí kærdu avgerðini. Avgerðir

hjá kærunevndini skulu vera fráboðaðar skrivliga og skulu vera

grundaðar.

Føroya kærustovnur varð stovnaður í 1998.

2. Lóggáva

Lógin er føroysk løgtingslóg.

Lógin ásetir við heimild í „Lov for Færøerne om offentlig forsorg,“

„Lov for Færøerne om invalidepension,“ „Lov for Færøerne om folkepension,“

„Lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom eller fødsel“

og „Lov for Færøerne om børneforsorg,“ at heimild landsstýrisins sum

kærumyndugleiki verður latin Føroya kærustovni. Føroya kærustovnur

skal viðgera og taka endaliga avgerð í kærumálum sambært teimum

lógum, sum omanfyri eru nevndar.

Eisini skal stovnurin viðgera kærur, tiknar sambært løgtingslóg um

uppískoytisveiting til einkjur, løgtingslóg um samsýning fyri at ansa

eldri og óhjálpnum heima og løgtingslóg um bjálvingarstuðulslán til

pensiónistar.

Avgerðir, sum verða tiknar av kommunalari og sosialari deild,

kunnu innan 4 vikur verða kærdar til Almannastovuna og ikki til

kærunevndina í almannamálum. Landsstýrismaðurin í almanna- og

heilsumálum setir fólk at taka sær av tí dagliga arbeiðinum á skrivstovuni.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum ásetir neyvari

reglur um starvskipan kærunevndarinnar. Lógin fær gildi dagin

eftir, at hon er kunngjørd, og kom í gildi 23.3.1993.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Landskassin ber útreiðslurnar hjá kærunevndini í almannamálum.

Býtið av almannaútreiðslum o.a.

Ll. nr. 125 frá 21.05.1993

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru landsstýrismaðurin í almannamálum

og kommunurnar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!