24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

274 · Hvítabók – Fylgibind 2

sýningin til læknararnar verður rindað í Føroyum burtur av blokkstuðlinum.

Endurgjald fyri koppsetingarskaðar

L. nr. 82 af 08.03.1978 om erstatning for vaccinationsskader.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru staturin, heilsumálaráðharrin,

Arbejdsskadestyrelsen, Den Sociale Ankestyrelse og almannamálaráðharrin.

Uppgávan hjá statinum er at geva tí koppsetta ella teimum avvarðandi

eitt endurgjald, sum má metast at vera grundað á koppseting,

sum er gjørd í Føroyum fyri eina sjúku, sum er umfatað av lógini um

tilboð um ókeypis koppseting fyri ávísar sjúkur, (sí niðanfyri kap. 2).

Staturin gevur eisini endurgjald fyri skaða, sum óivað er íkomin av

smittu frá fólki, sum er koppsett.

Uppgávan hjá heilsumálaráðharranum er at áseta reglur um, at lógin

eisini kann umfata aðra koppseting enn ta, sum er nevnd í lógini.

Uppgávan hjá heilsumálaráðharranum er at áseta reglur um, hvat

skal henda við veitingunum, um tann skaddi er komin undir serforsorg

ella aðra almenna forsorg.

Uppgávan hjá Arbejdsskadestyrelsen er at viðgera mál um veitingar

sambært lógini. Áðrenn avgerð verður tikin, skal Arbejdsskadestyrelsen

upplýsa málið og spyrja seg fyri hjá teimum, sum eru uppi í málinum.

(Í føroysku lógini stendur, at Sikringsstyrelsen hevur hesar uppgávur,

men sambært danskari lógarbroyting eru uppgávurnar fluttar

til Arbejdskadestyrelsen).

Læknar, sum gerast varugir við, at koppsetingarskaði er hendur,

skulu gera Arbejdsskadestyrelsen varugt við hetta.

Avgerðir hjá Arbejdsskadestyrelsen kunnu verða kærdar til den

Sociale Ankestyrelse, sum viðger málið sum vanligt kærumál.

2. Lóggáva

Fólkatingið setti lógina í gildi í 1978 fyri alt ríkið, t.e. Danmark,

Grønland og Føroyar. Eftir upplýsingum frá ríkisumboðnum er lógin

kunngjørd í Dimmalætting tann 22.04.1980. Nógvar lógarbroytingar

eru gjørdar í donsku lógini, men hesar eru ikki lýstar í Føroyum.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Málsøkið er felagsmál, t.e., at danir hava fíggjarligu ábyrgdina, bæði

viðvíkjandi umsitingini av økinum og viðvíkjandi sjálvum endurgjaldinum

til sjúklingin.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!