24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

244 · Hvítabók – Fylgibind 2

Fleiri kommunur hava gjørt kirkjugarðsviðtøkur, hóast eingin lóg

og eingin kunngerð er um kirkjugarðar í Føroyum. Tað vanta reglur

um eftirlit við kirkjugørðum, reglur um flyting av líkum og „urnum”,

og reglur um gerðabøkur o.a. Heldur ikki eru reglur fyri, hvussu fram

skal farast, t.d um onkur ynskir, at hansara ella hennara jarðligu leivdir

verða spjaddar við vindinum, ella um viðkomandi ynskir at verða

jarðaður á sjónum.

Setanarviðurskiftini í fólkakirkjuni

Setanarlógin (lóg nr. 310 frá 16. mai 1990) er ikki galdandi í Føroyum.

Av tí at setanarlógin ikki er galdandi í Føroyum, kann kunngerðin

frá 18. juni 1991 um, at kirkjuráðini skulu vera við, tá ið prestar

verða settir o.a. ikki nýtast í Føroyum, tí hon er givin út við heimild

í setanarlógini. Men fyriskipanin um, at kirkjuráðini skulu vera við,

stendur hjá okkum í kirkjuráðslógini, (fyriskipan nr. 232 frá 25. mai

1981, sum setur í gildi í Føroyum lóg um kirkjuráð) ein val- og

kirkjuráðslóg. Orsøkin til trupulleikarnar er, at 4. partur í hesi lóg

bara viðger vanligar starvssetanir, har starvið alment verður lýst leyst.

Hetta ger, at biskupurin ikki kann seta ein prest fyribils í eitt starv,

uttan at starvið frammanundan hevur verið lýst leyst.

Galdandi setanarlóg í Føroyum er frá 1940-árunum (lóg nr. 195 frá

16. apríl 1941 um atgongd til prestaembætini í fólkakirkjuni, sb. lógarkunngerð

nr. 173 frá 4. juni 1947). Henda seinna gevur kvinnum

rætt at vera prestar í fólkakirkjuni.

Kirkjuráðslógin er yngsta kirkjulóg í Føroyum, (fyriskipan nr. 232

frá 25. mai 1981). Hetta er danska kirkjuráðslógin frá 1980 (lógarkunngerð

nr. 136 frá 15. apríl 1980), sum við broytingum er sett í

gildi í Føroyum. Lógin um kirkjuráðs- og vallóg er í einari lóg.

Hvat kunngerðum viðvíkur, er eisini talan um gamlar og ótíðarhóskandi

fyriskipanir. Kunngerð nr. 238 frá 20. september 1957 um

brævatkvøður er sambært lógarskrá Føroya 1996 enn galdandi, hóast

hon hevur støði í gomlu kirkjuráðslógini (fyriskipan nr. 196 frá 3. juli

1956, sum setur í gildi lóg um kirkjuráð í Føroyum).

Halgidagar

Galdandi lóg um halgidagar er fyriskipan nr. 441 frá 21. november

1923, sum setur í gildi í Føroyum lóg nr. 353 frá 7. august 1922 um,

at almennur friður skal vera á fólkakirkjunnar halgidøgum og grundlógardegnum.

Fyriskipanin ásetur, hvørji arbeiði kunnu verða gjørd

halgidagar, og bannar eitt nú samkomum ella drykkjulagi í almennum

vertshúsum frá kl. 9 til 16. Halgidagslóggávan er tikin við á lista B í

heimastýrislógini, men økið verður ikki longur umsitið av Kirkjumálaráðnum,

men Løgmálaráðnum. Danska halgidagslógin er frá

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!