24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

284 · Hvítabók – Fylgibind 2

verk ímóti farsóttum, eisini kunnu verða settar í verk ímóti øðrum

sóttum, eins og hann hevur heimild at geva kravboð um, at fólk í

einum neyvt avmarkaðum øki skulu lata seg koppseta. Talan kann tá

eisini vera um ein ávísan samfelagsbólk.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen er at gera tilmæli til heilsumálaráðharran,

(sí omanfyri). Sundhedsstyrelsen kann eisini eftir samráð

við landslæknan áseta reglur um, hvørjir samfelagsbólkar ella hvørji

fólk skulu verða kannað fyri tuberklar, og reglur um læknahjálp til at

basa eini farsótt.

Uppgávan hjá Landsstýrinum er at samráðast við heilsumálaráðharran,

sum omanfyri nevnt.

Uppgávan hjá epidemikommisiónini er:

• At geva boð um, at ein og hvør, sum hevur fingið farsótt, ella tá ið

mett verður, at viðkomandi er smittaður av tílíkari sjúku, skal lata

seg kanna av lækna. Verður hetta ikki gjørt, kann viðkomandi verða

handtikin av løgregluni, soleiðis at kanningin kann verða gjørd.

• Epidemikommisiónin kann geva boð um, at ein og hvør, sum er

sóttfongdur, skal lata seg avbyrgja, og um neyðugt lata seg leggja

inn á sjúkrahús. Hetta kann eisini verða framt við hjálp frá løgregluni.

Epidemikommisiónin kann geva boð um at avbyrgja eitt

øki, har sum farsótt er farin at ganga.

• Verður hildið, at fólk er deytt av farsótt, kann epidemikommisiónin

í samráði við Sundhedsstyrelsen geva boð um, at líkið skal

verða kannað.

• Epidemikommisiónin kann seta kanningar í verk av bakteriologiskum

ella tílíkum slag, um hetta er neyðugt fyri at tryggja, at

ein smitta verður staðfest.

• Eftir reglum, sum Sundhedsstyrelsen ásetir, kann Epidemikommisiónin

geva boð um, at smittað ella smittandi fólk og tey,

ið hava verið í sambandi við hesi, mugu lata seg sóttreinsað; eins

og kommisiónin kann geva boð um at sóttreinsa leysoyra, fastogn,

flutningsfør o.a.

• Epidemikommisiónin kann geva boð um, at ein og hvør, sum

kemur til Føroya, skal lata seg kanna av lækna, og at viðkomandi

um neyðugt skal lata seg kanna av lækna á sjúkrahúsi. Hetta kann

eisini verða gjørt við hjálp frá løgregluni. Epidemikommisiónin

kann geva einum flutningsfólki skrivliga váttan um, hvørjar kanningar

hava verið gjørdar av farminum hjá viðkomandi sambært

hesi lóg. Váttanin skal vera ókeypis.

• Epidemikommisiónin skal áseta endurgjald í samráði við ein,

sum hevur havt miss av kanningum og øðrum, sum eru sett í

verk sambært hesi lóg.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!