24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Fiskimálastýrið · 141

Hvat Føroyum viðvíkir er hetta heimildarlóg, sum gevur heimild

at áseta fiskimarkið um Føroyar við kongligari fyriskipan. Verður føroysk

lóggáva gjørd, er ikki neyðugt bæði við slíkari heimildarlóg og

sjálvari lógini um fiskimarkið.

Fyrisiting: Sambært § 1 í lógini er fyrisitingarmyndugleikin danski

forsætisráðharrin.

Henda lóg ásetir ikki nøkur beinleiðis krøv til fyrisiting, um málið

kemur undir føroyskt málsræði. Tó er greitt, at um so verður, kemur

ábyrgdin at verja markið einans at liggja á føroyskum myndugleika,

afturímóti sum nú bæði á donskum og føroyskum í felag, (Færøernes

Kommando og Fiskiveiðueftirlitinum). Sí A. nr. 598 frá 21.12.76.

Ikki neyðugt við samstarvsavtalu. Sí A. nr. 598 frá 21.12.76.

Fígging: Lógin hevur ongar beinleiðis fíggjarligar avleiðingar.

– A.nr. 598 af 21.12.1976 om Fiskeriterritoriet ved Færøerne.

Lóggáva: Henda kunngerð er donsk, men í løgtingslóg nr. 28 frá 10.

mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum er danski

lógarparturin um áseting av landleiðunum tikin við í føroysku lóggávuna.

Hóast lógarteksturin, sum víst er á frammanfyri, eisini er settur inn

í fiskivinnulóggávuna, eigur í sambandi við fullveldi at verða gjørd

serstøk lóggáva um føroyska fiskimarkið.

Fyrisiting: Eingin fyrisitingarmyndugleiki er nevndur. Kunngerðin er

sett í gildi við heimild í áðurnevndu lóg nr. 597 af 17.12.1976 „om

Danmarks Riges Fiskeriterritorium,“ sum heimilar forsætimálaráðharranum

at áseta avmarkingar fyri fiskimark.

Skyldan at tryggja donsk og føroysk áhugamál innan fyri ásetta

fiskimarkið er lóggávan í øðrum føroyskum lógum og kunngerðum.

Neyðugt er at gera sáttmálar við onnur lond um miðlinju, ella at

gera aðra semju um mark millum Føroya og onnur lond, har fjarstøðan

millum grundlinjupunktið er minni enn 400 fjórðingar.

Fígging: Kunngerðin hevur beinleiðis fyrisitingarligar og fíggjarligar

avleiðingar. Her kann verða víst á, at sum er, røkja Færøernes Kommando

og Fiskiveiðueftirlitið eftirlitsuppgávur í sambandi við fiskiskap

og bjarging á sjónum í felag, við hvør síni fíggjarábyrgd.

Tá uppgávan, sum Færøernes Kommando nú røkir, verður løgd til

føroyska fyrisitingarmyndugleikan, fer tað at økja um raksturin hjá

Fiskimálastýrinum. Uppgávan at røkja føroyska sjómarkið og bjarging

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!