24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

138 · Hvítabók – Fylgibind 2

Av týðandi ríkislógum kunnu verða nevndar sjólógin frá 1985, við

broytingum frá 1997, og lóg nr. 98 frá 12.03.1980 um skipatryggleika.

Viðvíkjandi sjólógini eru ikki nógvar beinleiðis fyrisitingarligar

uppgávur hjá tí almenna at røkja, og tí verður mett, at tær

flestu fíggjarligu skyldurnar eru knýttar at lógarsmíði í Føroyum og í

norðurlendskum og altjóða høpi.

Viðvíkjandi skipaeftirlitinum skal verða nevnt, at økið er beinleiðis

fíggjað úr Danmark. Ein arbeiðsbólkur viðgjørdi í 1988 spurningin

um at yvirtaka skipaeftirlitið. Bólkurin metti tá, at yvirtøkan fór at

kosta um leið 9 mió. kr. Tó skal vart verða gjørt við, at tá var ikki

talan um brúkaragjald, ella at ávísar uppgávur kunna verða latnar

privatu vinnuni. Tí verður mett, at útreiðslurnar kunnu verða lægri,

enn omanfyri nevnt. Eisini er at viðmerkja, at arbeiðsbólkur er settur

í ár at fyrireika yvirtøku av skipaeftirlitinum, herímillum eisini at

kanna fíggjarligar avleiðingar.

Í sambandi við skipaeftirlit eigur at verða nevnt, at lógarøkið er

ógvuliga tekniskt og sera umfatandi, umframt at vit mugu vera við í

altjóða nevndum og lógarsmíði. Tí verður mett, at neyðugt verður við

ávísum samstarvi við Danmark um skipaeftirlit – eisini eina tíð aftan

á, at økið er komið undir føroyskt málsræði. Hetta kann støða verða

tikin til, eftir at nevndin, sum er sett til at fyrireika yvirtøku av skipaeftirlitinum,

hevur lagt sítt álit fram seinni í ár og eftir samráðingar

við danir.

Av teimum uttanríkismálum, ið knýta seg til sjóvinnu, er tað serliga

arbeiðið í ST-havfelagsskapinum IMO, (International Maritime

Organisation), sum hevur stóran týdning fyri føroyska sjóvinnu. Í

felagsskapinum arbeiða fleiri tekniskar nevndir, sum eru mannaðar

við fólki frá teimum ymsu sjóvinnumyndugleikum saman við serfrøðingum

á ymsu økjunum. Krøvini verða ásett í altjóða sáttmálum sum

t.d. SOLAS, STCW, LL og MARPOL, sum Danmark hevur samtykt

at seta í gildi fyri Føroyar eftir tilmæli frá heimastýrinum. Í sambandi

við fullveldi eiga Føroyar at gerast sjálvstøðugt limaland í tílíkum felagsskapum

á sjóvinnuøkinum, teirra millum serliga IMO.

Av tí at Føroyar ikki eru við í ES, hava føroyingar ikki havt umboð

á teimum sjóvinnufundum, sum har hava verið. Ásetingarnar í ESfyriskipanum

um sjóvinnu ávirka tó føroyska sjóvinnu beinleiðis, tí

at krøvini verða sett at galda øll skip, sum koma í ES-havn.

Tann parturin, sum knýtir seg til skipaeftirlit, sigling og aðra lóggávu

í sjóvinnu, eigur at verða umsitin í Fiskimálastýrinum, sum

hevur sjóvinnu sum ábyrgdarøki.

Tele Danmark A/S hevur ábyrgdina av neyð- og trygdarskipanini á

radioøkinum. Føroya Tele rekur støðina Tórshavn radio vegna Tele

Danmark, og kann økið tí verða skipað undir Føroya Tele.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!