24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

202 · Hvítabók – Fylgibind 2

ligan stóran týdning, og at samstarv av tílíkum slagi eisini er við aðrar

norðurlendskar stovnar. Ongar fíggjarligar skyldur eru í slíkum samstarvi.

Í norðurlendskum høpi er Heilsufrøðiliga starvsstovan umboðað

sum partur av donsku sendinevndini í ymsum arbeiðsbólkum og ætlanum.

Her er t.d. vert at nevna NMKL (Nordisk MetodikKometé for

Levnedsmidler), AMAP, AMP og CODEX. Broytist ríkisrættarliga

støðan mótvegis Danmark, skal verða roknað við eykakostnaði í hesum

samstarvi sum sjálvstøðug tjóð. Uml. 100.000 til 200.000 kr.

árliga.

4.2. Landbúnaðarroyndir

4.3. Veterinermál

Almennar royndir

1. Formligt samstarv

Einki

2. Óformligt samstarv

Samstarvar við Meterologisk institut um veðurlagsupplýsingar, við

donsku landbúnaðarráðgevingina og við aðrar danskar royndarstovur.

Almennar royndir fáa næstan øll kanningarúrslit ókeypis.

Landsdjóralæknin

1. Formligt samstarv

Einki

2. Óformligt samstarv

Landsdjóralæknin hevur óformligt samstarv við veterinerar stovnar í

Danmark. Samskiftið byggir á kenningar, sum landsdjóralæknin hevur

í donsku veterinerskipanini. Stovnar, talan er um, eru:

Den Kgl. Veterinær- og Landbohøjskole: Ráðgeving um djórasjúkur o.a.

Veterinær- og Fødevaredirektoratet: Ráðgeving um veterinerlóggávu,

arbeiði við djórasjúkum, veteriner matvørueftirlit o.a.

Statens Veterinere Sundhedsråd: Ráðgeving um veterinert rættarmedisin,

djóravernd o.a.

Statens Veterinere Serumlaboratorium: Diagnostikk av djórasjúku,

diagnostikk og arbeiði við fiskasjúkum.

Broytist ríkisrættarliga støða Føroya mótvegis Danmark, hevur hetta

ikki við sær eykakostnað fyri landsdjóralæknaembætið. Tó so, at neyðugt

verður hjá Føroyum at fáa sjálvstøðuga umboðan í Office

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!