24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

88 · Hvítabók – Fylgibind 2

Av tí at langt er ímillum løgurnar á løgregluøkinum, verður mett, at

nettokostnaðurin uttan løgur vísir sannastu myndina av beinleiðis

kostnaðinum.

Annars er lutfallið: fólkatal/løgreglufólk – (45.000/99,5 4 =452), nakað

væl lægri enn í Danmark, har tað er (5.275.000/9837=536), men átøkt

íslendska lutfallinum, sum er (266.000/600=443). Hetta kann vera ein

natúrlig fylgja av, at økini eru smá, og tí krevja lutfalsliga størri

manning, enn stór og fjølbygd øki, um javngóð trygd skal verða veitt

fyri somu tænastu. Íslendsku tølini benda samstundis á, at løgregluliðið

longu hevur á leið ta stødd, sum krevst til eina sjálvstøðuga smátjóð,

sum vil verða mett sum trygg og framkomin, eisini á hesum økinum.

Tí verður ikki mett, at fullveldið fer at bera við sær annan vøkstur

í løgregluliðnum enn tann, sum krevst í sambandi við altjóða samstarv,

(sí niðanfyri).

Fjaldur kostnaður

Aftur at hesum beinleiðis útreiðslum koma so ymsar fjaldar útreiðslur,

har talan er um tænastur, sum løgreglan Føroyum fær uttan at

gjalda afturfyri, tí hon er partur av donsku løgregluni.

Talan er oftast um heilar tænastur, men á onkrum økjum tó lutvísar

• Neyðsendartænastan hjálpir í sambandi við umfatandi tiltøk.

• Ferðaliðið hjálpir í serligum førum, oftast í sambandi við umfatandi

kanningararbeiði og í sambandi við fíggjarkriminalitet.

• Kriminalteknisk deild ger allar kriminaltekniskar greiningar, og

kemur harafturat í serligum førum á staðin at gera kanningar.

• Starvsfólkadeildin hevur stóran part av starvsfólkaumsitingini her

um hendi. Í samráði við løgregluskúlan, stendur deildin somuleiðis

fyri at leggja til rættis eftirútbúgvingina hjá øllum starvsfólkabólkum.

• Løgregluskúlin veitir snøgt sagt alla útbúgving og eftirútbúgving

á økinum 5 . Løgreglufólk fáa bæði grund-, eftir- og leiðaraútbúgvingar

sína haðani, og somuleiðis verða bæði løgfrøðingar og skrivstovufólk

annars eftirútbúgvin á løgregluskúlanum. Seinastu árini

hava millum 4 og 8 føroyingar verið í grundútbúgving hvørt árið.

3 Av tí at forsætismálaráðharrin hevur sýtt fyri, at danskir myndugleikar lata aðrar upplýsingar

í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina enn tær, sum longu eru tøkar, bar heldur

ikki til at royna at gera neyvar metingar saman við starvsfólki frá løgregluni.

4 Her er roknað við, at eykaløgreglufólk í miðal arbeiða hálva tíð.

5 Tó eru t.d. viðlíkahaldsskeið í sjálvverju, vápnakynstri og telduførleika eisini úti í økjunum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!