24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 267

yvirtaka eitt mál fyrisitingarliga og lógarliga, soleiðis at bert fíggjarliga

ábyrgdin verður verandi í Danmark.

• Fyri tað annað ber okkum eisini til bert at yvirtaka fyrisitingarligu

ábyrgdina av einum málsøki, og danir varveita so bæði lógarligu

og fíggjarligu ábyrgdina av økinum.

Ein triðja yvirtøka er sambært § 2 í heimastýrislógini, sum ásetir, at

føroyska heimastýrið kann taka við einum máli við at taka við bæði

fyrisitingarligu, lógarligu og fíggjarligu ábyrgdini hjá dønum. Økið er

í hesum førum endaliga yvirtikið og er eitt sermál.

Sostatt eru tríggir ymsir møguleikar fyri yvirtøku. Allir hesir møguleikar

eru á almanna- og heilsuøkinum.

Almannaøkið er alt yvirtikið, hvat fyrisiting og lóggávu viðvíkir,

men á heilsuøkinum hava vit bert tikið við tí partinum, sum snýr seg

um veitingar til borgaran. Heilsumál, ið snúgva seg um heilsufakligar

reglur, er hvørki yvirtikin fyrisitingarliga, lógarliga ella fíggjarliga.

Í 1948 yvirtók føroyska heimastýrið apoteksverkið, og í 1980 vanlukkutryggingina

sambært § 2 í heimastýrislógini. Hetta eru eisini

einastu øki í almanna- og heilsumálum, ið eru heilt yvirtikin sum

sermál.

Umsitingin av almannaverkinum varð yvirtikin í 1975, og umsitingin

av heilsuverkinum í 1977. Umsitingin av serforsorgini, sjúkrakassunum

og tí primeru heilsutænastuni varð yvirtikin í 1988.

Sambært „L.nr. 315 frá 17.05.95 om sociale ydelser på Færøerne“

og „L.nr. 316 frá 17.05.1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne“ fekk

føroyska heimastýrið heimild til at áseta reglur um uppgávur, veitingar

og fyrisiting í størsta partinum av almanna- og heilsuverkinum.

Yvirtøkur eftir hesum báðum rammulógunum eru tær, vit kalla §

9-yvirtøkur sambært heimastýrislógini. Donsku lógirnar, ið galda í

Føroyum á hesum øki, verða tó verandi í gildi, til tær verða avloystar

av føroyskum løgtingslógum.

Stuðulin úr Danmark til føroyska almanna- og heilsuverkið varð

til og við 1987 goldin landskassanum sum endurgjald. Tann 9. marts

1987 gjørdu danska stjórnin og Føroya landsstýrið sínámillum avtalu

um at taka endurgjaldsskipanina av, og stuðulin til almanna- og

heilsuverkið varð í staðin goldin sum blokkstuðul, samstundis sum

donsku heimildirnar at gera reglur um raksturin av ymsum fyriskipanum

fyri heilsuverkið datt burtur.

Sambært § 9-yvirtøkunum liggur statsrættarliga, fíggjarliga

ábyrgdin av málsøkjunum hjá Fólkatinginum og danska ráðharranum.

Fólkatingið hevur tó við ríkislógum latið føroyska heimastýrinum

útreiðsluskylduna á almanna- og heilsuøkinum. Sum endurgjald fyri

at rinda útreiðslurnar, fær heimastýrið blokkstuðul.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!