24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

246 · Hvítabók – Fylgibind 2

Fleiri fyriskipanir liggja ymsastaðni, meir ella minni fjaldar, og tann

samskipanin, sum seinastu árini er farin fram í lóggávuarbeiðinum í

Danmark, er ikki gjørd í Føroyum. Hetta vísir eisini, hvørjir trupulleikar

kunnu standast av eini endurskoðan av kirkjulóggávuni, tí hon

kemur eisini inn á onnur rættarøki. Omanfyri nevnda fyriskipan um

giftu er nevniliga givin út við heimild í hjúnabandslógini og má tí

verða varðveitt, til ein nýggj hjúnabandslóg er komin. Fyriskipanin

ásetur reglur um, hvør ið kann víga hjún borgarliga og vælsigna borgarliga

giftu.

Jarðarferðarlógin er lóg nr. 100 frá 19. apríl 1907 um ymisk viðurskifti

viðvíkjandi jarðarferðum, sum er sett í gildi við fyriskipan nr. 9

frá 17. januar 1908. Lógin ásetur reglur bæði fyri kirkjuliga og borgarliga

jarðarferð – seinna er við ongun presti. Har eru eisini reglur

fyri at seta á stovn kommunalar kirkjugarðar.

Í sambandi við ritual skal verða nevnt, at Hans J. Joensen, biskupur

er vígdur eftir ritualinum í kunngerð nr. 151 frá 20. mars 1987, sum

ikki er galdandi í Føroyum. Biskupurin átti av røttum at verið vígdur

eftir ritualinum í kunngerð nr. 119 frá 8. september 1989 um góðkenning/løggilding

av nýggjum rituali fyri biskupsvígslu.

Samanumtikið kann verða sagt, at galdandi kirkjurættur í Føroyum

fyri tað mesta byggir á ymiskar, ofta sera gamlar lógir og kunngerðir/rundskriv,

sum ikki altíð samsvara so væl hvør við aðra. Oftani

eru ongar kunngerðir/rundskriv. Lógirnar eru ofta fáorðaðar og

svara ikki teimum spurningum, sum stinga seg upp í einum nútímans

samfelag. Summar lógir eru ógvuliga spjaddar og ósamanhangandi,

og í fleiri førum sita vit við lógum, sum í Danmark vórðu býttar

sundur fyri nógvum árum síðani og skipaðar av nýggjum. Støðan

hevur leingi verið tann, at nógvar av teimum gomlu lógunum als

ikki verða fylgdar. Kanska kann her verða víst til desvetudo, tvs. at

ein lóg ella rættarregla dettur burtur, hevur hon ikki verið nýtt í

longri tíð. Í staðin hevur ein nýggj, rangvørg siðvenja tikið seg upp.

Hetta styrkir ikki rættarkensluna í samfelagnum og kann hava við

sær, at ein óskrivaður siðvenjurættur, sum kann verða torførur at

umsita, fær fótin fastan.

Kirkjunevndin

Landsstýrismaðurin við undirvísingar- og mentamálum, ið eisini situr

fyri kirkjumálum, hevur sett nevnd at gera uppskot til yvirtøku av

fólkakirkjuni. Arbeiðssetningurin hjá fólkakirkjunevndini er m.a.:

• At skapa neyðuga grundarlagið fyri samráðingum millum landsstýrið

og kirkjumálaráðið um, hvussu yvirtøkan av fólkakirkjuni

kann fara fram.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!