24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Avlamispensión o.a.

Almanna- og heilsumálastýrið · 319

Lb. nr. 101 af 02.03.1988 som senest ændret ved L. nr. 1131 af

21.12.1994.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru almannamálaráðharrin, landsstýrismaðurin

í almannamálum, Almannastovan, Den sociale ankestyrelse,

kærunevndin í almannamálum, Vanlukkutryggingarráðið, kommunurnar

og sjúkrakassarnir.

Sambært lógini er tað Vanlukkutryggingarráðið, sum tekur avgerð um

veita, broyta og taka aftur avlamispensión og røktar- og hjálparviðbót.

Umsóknin um avlamispensión verður send Vanlukkutryggingarráðnum,

og umsøkjarin skal hava váttan frá tí kommunu, har hann býr, og frá tí

sjúkrakassa, har hann er limur. Avgerðin hjá Vanlukkutryggingarráðnum

verður send Almannastovuni, sum umsitur lógina.

Avgerðir hjá Vanlukkutryggingarráðnum kunnu verða kærdar til

Den sociale ankestyrelse, og avgerðir hjá Almannastovuni kunnu

verða kærdar til kærunevndina í almannamálum.

Umsitingin av økinum varð yvirtikin í 1975.

2. Lóggáva

Ætlanin við lógini er at veita avlamisveitingar til fólk, ið ikki eru

arbeiðsfør.

Lógin er fólkatingslóg, sum er sett í gildi fyri alt ríkið.

Uppskot til nýggja lóg um almannapensiónir er løgd fyri Løgtingið

í tingsetuni 1998/99.

Við heimild í lógini eru hesar broytingar gjørdar:

– L. nr. 393 af 20.05.1992,

– L. nr. 393 af 22.06.1993,

– L. nr. 227 af 06.04.1994.

Sí viðmerkingar um nýggja løgtingslógaruppskotið um almannapensiónir

niðanfyri undir „fólkapensión.“ Uppskotið varð lagt fyri

Løgtingið í tingsetuni 1998-1999.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Donsku myndugleikarnir hava við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum

útreiðsluskylduna sambært hesi lóg. Sum endurgjald fyri at

rinda útreiðslurnar, fær heimastýrið blokkstuðul.

Tað er staturin, ið fíggjar útreiðslurnar hjá Den sociale ankestyrelse,

og heimastýrið fíggjar á løgtingslógini fyri 1998 uml. 130 mió. kr.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!