24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

130 · Hvítabók – Fylgibind 2

ES-fyriskipanirnar seinastu 15-20 árini og tær nógvu lógarbroytingarnar

á økinum bæði í ES, heruppií Danmark, og í londunum, sum

hava avtalur við ES, eru ein roynd at tátta í og herða eftirlitið við

fíggjarstovnunum og at gera felags reglur fyri stovnarnar. Málið er at

styrkja bankaskipanina og skapa ein so tryggan fíggjarmarknað sum

gjørligt tvørtur um landamørk.

Hjá okkum er lógarøkið danskt, og donsku lógirnar eru settar í gildi

í Føroyum við kongligari fyriskipan.

Fyrisitingarligu myndugleikarnir eru:

Danski búskaparmálaráðharrin: Banka- og sparikassalógin, virðisbrævahandilslógin,

lógin um ein innsetaratrygdargrunn.

Fíggjareftirlitið: Allar nevndu lógirnar

Skráseting Føroya, Erhvervs- og selskabsstyrelsen og Føroya landsstýri:

Mest banka- og sparikassalógin.

Krøv til fyrisitingarligu myndugleikarnar, tá ið málsøkið gerst føroyskt:

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum verður at hava ta ábyrgd og tann

myndugleika, sum danski búskaparmálaráðharrin hevur sum ovasti,

fyrisitingarligi myndugleiki á økinum.

Eftirlitsstovnur, sum fíggjareftirlit, skal skipast. Stovnurin skal hava

umsjón við, at ásetingarnar í lógum og kunngerðum verða hildnar.

Í Danmark hevur búskaparmálaráðharrin latið Fíggjareftirlitinum

upp í hendur at gera ein part av teim neyðugu kunngerðunum. Hetta

kundi eisini verðið gjørt í Føroyum, tí eisini í føroyska fíggjareftirlitinum

verður tann neyðugi yrkiskunnleikin.

Føroyska fíggjareftirlitið eigur eisini, umframt av hava eftirlit við

omanfyri nevndu lógum, eins og t. d. tað danska, at hava eftirlit við

tryggingarfeløgunum og øðrum fíggjarligum stovnum ella grunnum.

(T.d. hevur danska fíggjareftirlitið havt eftirlit við Framtaksgrunninum

og Fíggingargrunninum)

Hóskandi hevði verið, at eftirlitið við gjaldskortum o.tíl í Føroyum

lá hjá føroyska fíggjareftirlitinum.

Í Føroyum hevur Skráseting Føroya longu tær uppgávur, sum

Erhvervs- og Selskabsstyrelsen hevur í Danmark, so har verður eingin

broyting.

Krøv til lóggávu, tá ið málsøkið gerst føroyskt

Tá føroysk lóggáva skal verða gjørd á økinum, er avgerandi neyðugt,

at hon fylgir teirri í øðrum londum. Hetta er øki, har sera stór virði

skifta hendur, og peningastovnarnir fáa frá øðrum litið til at umsita

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!