24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

12 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kriminalforsorgin

Uttanríkistænasta

Kriminalforsorgin í Føroyum er deild av Direktoratet for kriminalforsorgen

í Danmark. Uppgávan er at hava eftirlit við fólki, sum

verða revsað uttan fyri fangahússkipanina. Hesi eru fólk, ið eru

royndarleyslatin, eru dømd at gera samfelagstænastu, eru í rúsdrekkaviðgerð

o.a. Harumframt røkir forsorgin sosialar uppgávur í

varðhaldinum.

Trý fólk starvast á kriminalforsorgini, og Løgmansskrivstovan

mælir til, at virksemið í sambandi við fullveldi í fyrsta umfarið

verður yvirtikið, sum tað er. Hetta fer ikki at krevja stórvegis fyrireiking.

Kostnaðurin av rakstrinum verður um leið ein millión kr. um árið.

Øll uttanríkisviðurskifti eru felagsmál, men í royndum virkar heimastýrið

fyri ein part sjálvstøðugt á økinum. Vit gera fiskiveiðusáttmálar

við onnur lond, og vit eru gjaldandi limir í fimm ymiskum

millumtjóða felagsskapum.

Ein uttanríkisdeild við seks fólkum er í Tinganesi, umframt at eitt

fólk er í Brússel, trý í Keypmannahavn og eitt í Aberdeen. Í miðfyrisitingini

eru harafturat starvsfólk, sum arbeiða við uttanríkisviðurskiftum

á sínum øki.

Í donsku uttanríkistænastuni er eitt starvsfólk, sum burturav hevur

til uppgávu at taka sær av føroyskum viðurskiftum. Ein føroyingur

hevur vanliga sitið í hesum starvi.

Vit standa sostatt ikki heilt á berum á hesum umráði, hóast talan

er um felagsmál.

Hóast hetta, kann fullveldisætlanin seta krøv til bæði lóggávu, fyrisiting

og fígging. Løgmansskrivstovan mælir tí til, at tveir møguleikar

verða umhugsaðir. Annar er, at tað verður ásett í fullveldissáttmálanum,

at danska uttanríkistænastan tekur sær av okkara uttanríkismálum

á teimum økjum, sum vit ikki hava orku til. Hin er, at vit

tryggja okkum danskan stuðul í eini skiftistíð, og nýta hesa tíðina til

at byggja upp eina sjálvstøðuga, føroyska tænastu.

Verður seinna loysnin vald, má arbeiðast fram ímóti at seta á stovn

sendistovur í Keypmannahavn, Oslo, Reykjavík, London, Washington,

New York, (ST), og Brússel, (ES). At stovna sendistovur í fyrrverandi

miðveldinum, grannalondunum, teimum týdningarmestu marknaðunum,

og har teir stóru, altjóða felagsskapirnir hava miðstøð, er vanligt,

tá fullveldi verður stovnsett í smáum londum.

Hetta gerst sjálvsagt ikki frá degi til dags, men Løgmansskrivstovan

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!