24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Løgmansskrivstovan · 61

oyskt málsræði burturav, krevur, at Føroyar ikki hava danska grundlóg.

Hinvegin er løgdeildin, sum nú er, kærustovnur í ognartøkumálum.

Tí kann málsøkið koma undir føroyskt málsræði burturav, uttan økt

krøv til fyrisiting og kostnað.

Lóggávuheimildin um tinglýsing er yvirtikin. Málsøkið „tinglýsing

og tinglesing“ umsita ávikavist tinglýsingin og Matrikkulstovan.

Matrikkulstovan er yvirtikin, men tinglýsingin ikki. At fyrisitingin av

málsøkinum „tinglýsing“ kemur undir føroyskt málsræði, krevur ikki

lógarbroytingar. Hetta ger tó, at fullveldið skal fíggja økið, sum ríkismyndugleikarnir

fíggja nú. Her er tó at siga, at bæði Matrikkulstovan

og Tinglýsingin hava inntøkur av sínum virksemi. Sum er, verður tinglýsingin

umsitin av Føroya rætti. Tí eigur tann fyrisitingarligi og fíggjarligi

spurningurin í sambandi við, at tinglýsingin kemur undir føroyskt

málsræði burturav, at verða viðgjørdur av undirnevndini hjá

grundlógarnevndini, ið skal gera uppskot til føroyska rættarskipan.

Málsøkið „lóggáva“ verður fyrisitið av Landsstýrinum og ríkismyndugleikunum.

Allar ríkislógir, ið skulu setast í gildi fyri Føroyar, skulu

lýsast í kunngerðablaðnum B fyri at fáa gildi. Landsstýrið gevur út og

rindar fyri kunngerðabløðini A og B. Ríkismyndugleikarnir umsita tey

praktisku viðurskiftini at kunngera ríkislóggávu í Føroyum í kunngerðablaðnum

B, men Løgmansskrivstovan/løgdeildin umsitur tey praktisku

viðurskiftini at lýsa føroyska lóggávu í kunngerðablaðnum A.

At málsøkið kemur undir føroyskt málsræði, ger, at donsku reglurnar

um kunngerð av lógum, fyriskipanum og kunngerðum í Føroyum

verða settar úr gildi.

Sum er, rindar Landsstýrið tað, sum Kunngerðablaðið kostar. At

málsøkið kemur undir føroyskt málsræði, hevur tí ongar fyrisitingarligar

ella fíggjarligar avleiðingar.

Málsøkini „grundlógin, Fólkatingið, umboðsmaður Fólkatingsins,

ríkisarvingalógin, ríkisborgararættur, ríkismyndugleikar, útlendingar

og pass“ eru felagsmál. Talan er sostatt um ríkislóggávu, og ríkismyndugleikarnir

umsita og fíggja málsøkini.

Tá ið mál um heimarætt verða løgd fyri heimastýrið til ummælis,

er tað Løgmansskrivstovan/løgdeildin, ið avgreiðir málini sambært §

7 í heimastýrislógini.

Avgerandi fyri, um fullveldi ber við sær krav um lógarligar, fyrisitingarligar

ella fíggjarligar broytingar, er innihaldið í sáttmálanum, ið

ætlanin er at gera við ríkismyndugleikarnir, og sum skal koma í staðin

fyri heimastýrisskipanina.

Ætlandi skulu Danmark og Føroyar gera sínámillum sáttmála sum

tvey javnbjóðis lond við fullveldi, og skal hesin sáttmáli koma í staðin

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!