24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Almanna- og heilsumálastýrið · 333

fyri, hvussu heilsusystraskipanin skal verða løgd til rættis, og hvussu

arbeiðið verður útint.

Fyrisitingarliga eru eingi krøv í sambandi við lógina, men tá talan

er um tær uppgávur, sum Sundhedsstyrelsen hevur, verður mett, at

avtala átti at verðið gjørd við Sundhedsstyrelsen um at halda fram

við teimum uppgávum, sum tað nú hevur á økinum.

2. Lóggáva

Lógin er føroysk løgtingslóg og snýr seg í høvuðsdráttum um tær veitingar,

sum heilsusystratænastan gevur borgarum í Føroyum, og lógin

greiðir eisini frá, hvussu skipanin virkar.

Kunngerð, sett í gildi við heimild í lógini:

– K. nr. 105 frá 11.06.1997 um heilsusystratænastuna.

Líknandi lógin í Danmark er avtikin, og heilsusystraskipanin verður í

staðin regulerað í „L.nr. 438 af 14 juni 1995 om forebyggende sundhedsordninger

for børn og unge.“ Henda lóg er ikki sett í gildi fyri

Føroyar, men ætlanin er at gera føroyska løgtingslóg á hesum øki við

heimild í rammulógini á heilsuøkinum.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Sambært § 9 í heimastýrislógini hava danir fíggjarligu ábyrgdina av

økinum. Danir hava tó við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum útreiðsluskylduna

á økinum. Sum endurgjald fyri at rinda útreiðslurnar,

fær heimastýrið blokkstuðul.

Í føroysku skipanini verða útreiðslur í sambandi við skipanina

goldnar sambært løgtingslóg um býti av almannaútreiðslum, (sí meira

í kap. 6).

Heimasjúkrasystratænastan

Ll. nr. 88 frá 06.06.1997 um heimasjúkrasystratænastuna.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru landsstýrismaðurin í heilsumálum

og Sundhedsstyrelsen.

Uppgávurnar sambært lógini eru hesar:

Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetir neyvari reglur fyri heimasjúkrasystraskipanina.

Sundhedsstyrelsen hevur til uppgávu at áseta reglur fyri frágreiðingarskyldu

hjá heimasjúkrasystratænastuni og gera vegleiðing

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!