24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Samstarvsavtalur

Almanna- og heilsumálastýrið · 373

Lóg um embætislæknar er sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan.

Høvuðsuppgávurnar sambært lógini hevur Landslæknin.

Danska rakstrarjáttanin til Landslæknan varð í 1998 1,1 mio. kr.

Landslæknin er partur av danska Heilsustýrinum og hevur sostatt

tætt samstarv við stovnin. Økið krevur, á sama hátt sum góðkenningarlógirnar

og „lov om Sundhedsvæsenets Centralstyrelse,“ stóra

fakliga vitan um heilsufakligar reglur, ráðgeving av heilsumyndugleikum

og eftirlit. Gjølligari kanningar eru neyðugar, til tess at gera

eitt skikkað tilmæli um tær uppgávur, ið landslæknaembætið hevur.

Kongligu fyriskipanirnar um sjúklingatrygging og „videnskabsetisk

komitésystem“ eru samtyktar í Løgtinginum, men donsku myndugleikarnir

hava ikki enn sett tær í gildi fyri Føroyar.

Sambært hesum fyriskipanum eru føroyingar partur av donsku

skipanunum. Í viðmerkingunum til lógaruppskotini verður sagt, at

tað hevði verið sera dýrt at sett í verk skipanir sum hesar í Føroyum,

og at umsitingin hevði verið sera stór. Harumframt hevði verið trupult

at bygt upp sama serkunnleika sum í Danmark. Mett var tí, at

ráðiligast hevði verið at knýtt seg til donsku skipanina.

Lógirnar omanfyri snúgva seg í høvuðsdráttum um heilsufakligan

serkunnleika og altjóða krøv til heilsuverk. Lógirnar krevja stóra umsiting

og seta stór krøv til starvsfólk um serkunnleika. Spurningurin

er tí, á sama hátt sum við góðkenningarlógunum, um ráðiligt er, at

hesi øki koma undir føroyskt málsræði, ella um samstarvsavtala í staðin

skal verða gjørd við Danmark ella eitt av grannalondum okkara.

Tá ið støða skal verða tikin um hetta, mugu gjølligar kanningar

verða gjørdar av, hvussu stór umsitingin av nevndu økjum skuldi verið

í Føroyum, og hvussu kostnaðarmikið tað hevði verið at tey komu

undir føroyskt málsræði.

Umframt lóggávu hava stovnar undir Almanna- og heilsumálastýrinum

eisini formligar og óformligar avtalur við danska statin. Við

formligar avtalur verður hugsað um skrivligar avtalur, og við óformligar

avtalur verður hugsað um aðrar, munnligar avtalur við Danmark,

har uppgávurnar eru kostnaðarmiklar ella krevjandi fyri stovnin.

Sjúkrahúsverkið hevur formligt samstarv við Ríkissjúkrahúsið, og í

summum førum við onnur donsk sjúkrahús um serviðgerð av sjúklingum.

Hetta rindar sjúkrahúsverkið dønum útreiðslurnar fyri.

Apoteksverk Føroya hevur formligt samstarv við danir ígjøgnum

sáttmálan hjá Amternes Lægemiddelregistreringskontor um forskriftir

fyri ávísan heilivág. Apotekið er eisini bundið av altjóða sáttmálum,

sum Danmark hevur undirskrivað. Føroya landsstýri gjørdi í 1951

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!