24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 375

siting, tí sum er verða nógvir trupulleikar greiddir í samstarvinum við

„Den Sociale Sikringsstyrelse.“ Eisini verður umsitingin størri, av tí

at brøkpensión eisini skal verða roknað av tí arbeiði, sum føroyingar

hava gjørt í Danmark.

Sáttmálin um „social bistand og tjenester“ varð lagdur fyri Løgtingið

í tingsetuni 1998-99 og verður væntandi samtyktur. Sáttmálin hevur

at kalla onga umsiting og/ella fíggjarligan kostnað við sær, men

tryggjar føroyskum borgarum forsorgarhjálp, tá ið teir ferðast ella

búgva í øðrum Norðurlandi.

“Konvention af 1961 om Europæisk Socialpagt“ er ikki sett í gildi

fyri Føroyar, men varð sett í gildi í Danmark í 1965. Sáttmálin hevur

við sær tryggar, sosialar rammur fyri føroyskan borgara, sum ferðast

ella arbeiðir í evropeiskum landi, á sama hátt sum nevndu, norðurlendsku

sáttmálar hava við sær í Norðurlondum. Ríkisumboðið hevur

við jøvnum millumbilum sett fram fyrispurning, um heimastýrið vil

góðkenna og seta henda sáttmála í gildi fyri Føroyar. Av tí at nógvar

skyldur/umsiting og útreiðslur standast av hesum sáttmála, er tað útsett

í óvissa tíð at góðkenna hann. Mett verður tó, at hetta er ein tann

týdningarmesti sáttmálin á almannaøkinum, og at tað tí átti at verið

umhugsað at sett hann í gildi fyri Føroyar.

Á heilsuøkinum galda ávísir týdningarmiklir sáttmálar. Hesir eru

m.a.: 1948 15/6 T. 32 Statutter for verdenssundhedsorganisationen,

T. 24 19/6-64 Verdenssundhedsorganisationens rettigheder og immuniteter,

T. 119 28/2 – 31 International sundhedskonvention, 1963

12/8: T. 28 Europæisk overenskomst om gensidig bistand mht. lægelig

specialistbehandling og klimatkur.

Væntandi verður „konvention af 4. april 1997 om beskyttelse af

menneskerettigheder og menneskelig værdighed i forbindelse med

anvendelse af biologi og lægevidenskab“ løgd fyri Løgtingið til samtyktar

í tingsetuni 1999-2000.

Tað eigur at verða umhugsað at seta nevndu sáttmálar í gildi aftur

í sambandi við fullveldi. Kanningar mugu verða settar í verk, hvussu

nógv hesir sáttmálar kosta at umsita í Føroyum, ella um samstarvað

skal verða við eitt av grannalondum okkara.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!