24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

4.2. Sernámsdepilin

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 233

Gómaráð

Sernámsdepilin hevur samstarv við 4 danskar serlæknar í danska

heilsuverkinum, sum koma einaferð um árið at kanna børn við opnum

góma. Sernámsdepilin ber útreiðslurnar til ferð og uppihald, men

danska heilsuverkið rindar læknunum løn.

Kanningarnar kunnu føra við sær, at børn verða løgd undir skurð á

Ríkissjúkrahúsinum. Sjúkrahúsverkið rindar tá útreiðslurnar á Ríkissjúkrahúsinum,

men Sernámsdepilin ber útreiðslurnar av ferðing og

uppihaldi hjá barninum og avvarðandi, sum fylgir við barninum til

Danmarkar.

Barnasálarsjúkufrøði

Avtala er millum sjúkrahúsverkið og Børnenes Hus í Odense, sum ber

í sær, at tveir barnasálarfrøðingar koma til Sernámsdepilin 3 ferðir um

árið í uml. 15 dagar tilsamans.

Sernámsdepilin og sjúkrahúsverkið hava borið útreiðslurnar av

ferðing og uppihaldi, men Børnenes Hus í Odense rindar lønina hjá

sálarfrøðingunum.

4.3. Føroya Læraraskúli

Ongar fyrisitingarligar avtalur eru í dag við myndugleikar í Danmark,

men hetta kann verða neyðugt, um so er, at Føroyar taka fullveldi.

Ikki bert við Danmark, men eisini við hini Norðurlondini.

Rektarin á Føroya Læraraskúla hevur rætt at møta á rektarafundi

saman við rektarunum á donsku læraraskúlunum, men hann hevur

ikki atkvøðurætt. Eina til tvær ferðir árliga, alt eftir hvat ið er á

skránni, er rektarin við á donsku rektarafundunum, og alt tilfar til

fundirnar, verður eisini sent læraraskúlanum, so til ber at fylgja við

gongdini.

Lærarar á Læraraskúlanum eru við á tveimum skeiðum, sum interna

eftirútbúgvingarskipan læraraskúlanna hevur skipað fyri. Seinastu

árini er hetta vorðið dýrari enn frammanundan, tí tá rindaði Undirvísingarmálaráðið

mesta kostnaðin. Nú er hetta býtt út á læraraskúlarnar,

og tann føroyski skúlin skal sostatt rinda sín part, tá ið hann er

við.

Eftir fullveldi verður væntandi neyðugt at gera reglur fyri luttøkuna

í eini slíkari skipan.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!