24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

224 · Hvítabók – Fylgibind 2

1.12. Niðurstøður

Væntandi stendst eingin fíggjarligur kostnaður av yvirtøku av hesari

lóggávu, men um so er, er fíggjarligi myndugleikin Undirvísingar- og

mentamálastýrið.

Viðvíkjandi teimum donsku rættarreglunum, sum eru í gildi í Føroyum,

verður mett, at møguligt fullveldi ikki fer at hava avleiðingar

av týdningi fyri lóggávu og fyrisiting. Henda meting er grundað á, at

Løgtingið í stóran mun hevur nýtt heimildirnar at seta í gildi føroyskar

lógir innan fyri karmarnar av donsku rammulógunum. Samstundis

hevur føroyska fyrisitingin ognað sær neyðugu fyrisitingarligu

royndirnar í tíðarskeiðnum, sum málsøkið fyrisitingarliga hevur verið

føroyskt. Eitt sindur torførari er at meta um tær fíggjarligu avleiðingarnar.

Fyri fólkaskúlan, frítíðarundirvísingina, handilsskúlar og læraraútbúgvingina

er niðurstøðan hin sama. Tað verður ikki mett, at fullveldi

fer at hava nakra fyrisitingarliga ávirkan. Málsøkini eru fyrisitingarliga

yvirtikin, og hóast rammulógirnar eftir fullveldi fara úr gildi,

eiga løgtingslógir við heimild í hesi lóg framhaldandi at verða í gildi.

Sambært § 9 í heimastýrislógini hava danir fíggjarligu ábyrgdina á

økjunum. Danir hava tó við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum

upp í hendi skylduna til at rinda útreiðslurnar á økjunum. Fyri hetta

fær heimastýrið blokkstuðul.

Danska lógin um tænastumenn í fólkaskúlanum sigur, at danir hava

skyldu at endurrinda 80% av eftirlønini hjá tænastumonnunum, sum

er vunnin áðrenn 1988. Henda eftirløn kann verða gjørd upp og

kanska tikin við, sum eitt føroyskt krav til møguligar samráðingar

millum føroysku og donsku myndugleikarnar.

Ríkistilmælið um nýggja fjølmiðlaábyrgdarlóg er samtykt av Løgtinginum,

og fer henda lóg, tá ið hon kemur í gildi í Føroyum, at seta

allar hinar fjølmiðlalógirnar úr gildi.

Mett verður, at nakrar av teimum ríkislógunum, sum eru, ella í

næstum verða settar í gildi fyri Føroyar, eiga at verða verandi í gildi.

Talan er m.a. um fjølmiðlaábyrgdarlógina og upphavsrættindalógina.

Hinvegin eru aðrar lógir, sum settar eru í gildi fyri Føroyar, óneyðugar,

m.a. lógin um Kongliga Leikhúsið.

Fíggjarliga hava teir donsku ríkismyndugleikarnir, sambært § 9 í

heimastýrislógini, framvegis fíggjarligu ábyrgdina av einum stórum

parti av málsøkjunum. Hvørjar fíggjarligar avleiðingar fullveldi fær,

má metast at vera ein spurningur, sum í stóran mun er tengdur at

avtaluni, sum føroysku myndugleikarnir gera við danir.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!