24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Vinnumálastýrið · 181

Við yvirtøkuni av ráevnum í undirgrundini í 1993 eru lóggávuvaldið og

fyrisitingarvaldið føroysk, og landið fíggjar kostnaðin í hesum sambandi.

Donsku rættarreglurnar á økinum hava neyvan nakran praktiskan

týdning longur, men yvirvaldsrætturin yvir føroyskum øki er tó framvegis

danskur.

Seinast í kunngerðini um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini

verður viðmerkt, at „Regeringen har konstateret, at Færøernes landsstyre

er indstillet på, til gavn for såvel færøske som danske samfundsog

erhvervsinteresser, forudsat konkurrencedygtighed at anvende sagkundskab

indenfor dansk forvaltning og forskning samt danske

erhvervsvirksomheder i den færøske råstofudvinding.“ Her verður

ikki beinleiðis víst til danskar myndugleikar, men talan er um eina

ætlanaryvirlýsing, har Landsstýrið kann velja at nýta danskan

sakkunnleika og danskt vinnulív í ráevnisvinnuni. Viðmerkt kann

verða, at Danmarks Geologiske Undersøgelse og Orkustýrið hava

verið við í arbeiðinum hjá Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins.

Fíggjarviðurskifti: Verður føroyskt fullveldi skipað, verður yvirvaldsrætturin

føroyskur. Hetta hevur ongan meirkostnað við sær.

1.10. Umhvørvisvernd

A. nr. 318 af 26.06.1985 om ikrafttræden for Færøerne af lov om

beskyttelse af havmiljøet.

B. nr. 236 af 09.07.1958 om oliejournal.

– B. nr. 155 af 12.05.1959 om forholdsregler i skibe mod olieforurening

af havet.

– B. nr. 450 af 29.08.1978 om erstatningsfond for olieforurening som

senest ændret ved B. nr. 465 af 26.09.1980.

– K. nr. 20 frá 08.04.1987 um móttøkuskipan av oljurestum og

-blandingum, kloakkavlopsvatni og burturkasti í føroyskum havnum.

Fyrisitingarmyndugleikar: Umhvørvismálaráðharrin, Landsstýrið,

danska umhvørviskærunevndin og danska umhvørvisstýrið.

Lóggáva: Lógin er ætlað at verja hav og lív um Føroyar og tekur við,

har lógin um umhvørvisvernd á landi sleppur. Talan er um danska lóg.

Viðmerkjast skal, at landsstýrismaðurin legði fram uppskot til ríkislógartilmæli

um at seta í gildi fyri Føroyar „anordning om ikrafttræden

for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet,“ (løgtingsmál

nr. 96/98), og varð uppskotið samtykt av løgtinginum tann 23.

apríl 1999. Lógin flytur allar heimildir innan fyri føroyska fiskimarkið

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!