24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

312 · Hvítabók – Fylgibind 2

reglur um virki hjá tannrøktarum, og hevur eftirlit við tannrøktarum

sambært „anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om Sundhedsvæsenets

Centralstyrelse.”

Uppgávan hjá fútanum er, at um tannrøktari gerst sekur í grovari

ella endurtakandi misrøkt í starvi sínum, skal fútin átala hetta, og

verður tannrøktarin tá revsaður við bót ella hefti.

2. Lóggáva

Lógin ásetir krøv um, nær tannrøktari kann fáa góðkenning og virka

sum tannrøktari. Lógin kann verða sett í gildi í Føroyum við kongligari

fyriskipan, av tí at málsøkið er felagsmál.

Uppskot til ríkislógartilmæli um „Lov om tandplejere“ varð samtykt

á Løgtingi í oktober 1997, men kongliga fyriskipanin er enn ikki

komin í gildi, hóast fyriskipanin varð send Sundhedsstyrelsen beint

eftir løgtingssamtyktina, og Almanna- og heilsumálastýrið síðani tá

javnan hevur biðið um at fáa fyriskipanina setta í gildi fyri Føroyar.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur eisini verið á

fundi við danska heilsumálaráðharran um málið, men einki er hent

enn. Hetta er dømi um, hvussu illa núverandi skipan um góðkenningarlógir

virkar.

Tað er Sundhedsstyrelsen, sum saman við drotningini endaliga skal

undirskriva kongligu fyriskipanina og almannakunngera hana. Fyriskipanin

er sum sagt ikki komin í gildi enn, men verður tó tikin við

her, av tí at hon er samtykt á Løgtingi.

Um lóggávuna annars og samstarvsavtalu við donsku stjórnina, sí

inngangin til kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar

heilsuútbúgvingar.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Málsøkið er felagsmál, tað merkir, at fíggjarliga ábyrgdin av málsøkinum

liggur í Danmark.

Um upplýsingar um fíggjarligar avleiðingar annars, sí inngangin til

kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar heilsuútbúgvingar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!