24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Inngangur

Inngangur · 7

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum álegði í november 1998 teirri

føroysku miðfyrisitingini hesar uppgávur:

1) At lýsa, á hvørjum økjum samstarvað verður við Danmark í dag,

og týdningin av hesum samstarvi fíggjarliga, fyrisitingarliga og

lógarliga.

2) At lýsa, hvørji mál Danmark umsitur í dag, og hvar tey kunnu

verða skipað í einum føroyskum fullveldi.

3) At lýsa krøvini til lóggávu, fyrisiting, fígging og komandi samstarvsavtalur,

tá Føroyar skulu umsita alt sjálvar.

4) At gera uppskot til, á hvørjum økjum tørvur verður á samstarvsavtalum

við Danmark.

5) At gera málsetingar fyri sjálvstøðuga umsiting á málsøkinum og

tíðarætlanir fyri málsetingarnar.

Síðan hava Løgmansskrivstovan og aðalstýrini hvør sær arbeitt við at

lýsa hesi viðurskifti.

Úrslitið av arbeiðinum er savnað í hesum áliti. Álitið er ein skrá

yvir danskar rættarreglur, sum galda í Føroyum, føroyskar rættarreglur,

sum vísa til danskar myndugleikar, og ein skrá yvir tað samstarv,

sum annars er millum føroyskar og danskar myndugleikar og

stovnar.

Víst verður á, hvar og hvussu fullveldisætlanin ávirkar tey ymisku

málsøkini, hvørji øki kunnu koma undir endaligt føroyskt málsræði

beinanvegin, og hvørji øki eru so stór, dýr ella torgreidd, at neyðugt

verður at samstarva við danskar myndugleikar og stovnar í eini skiftistíð.

Har fyrisitingin hevur hildið seg til tað, eru málsetingar gjørdar fyri

sjálvstøðuga umsiting á teimum økjum, har mett verður, at vit kunnu

taka við ábyrgdini.

Álitið er fyrst og fremst ætlað fakfólki, umsiting og politikarum

sum stuðul í sambandi við fullveldisætlanina – bæði tá farast skal

undir samráðingar við stjórnina um eina skiftistíð, og tá kannast skal,

hvussu vit í einum fullveldi best laga okkara fyrisiting til okkara fortreytir

og tørv.

Hetta er tískil ikki eitt uppskot um, hvussu vit skulu skipa ta føroysku

fyrisitingina í fullveldinum, men eitt grundarlag undir tí til-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!