24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

112 · Hvítabók – Fylgibind 2

Fyrisiting: Tjóðbanki Danmarkar umsitur gjaldoyraviðurskifti og altjóða

gjaldingar í danska ríkinum.

Partar av lógini verða umsitnir av Industri- og Handelsstyrelsen.

Partar av lógini um „valutaforhold“ eru settir í gildi fyri Føroyar við

kunngerð í Lovtidende, somuleiðis partar av kunngerðini um „valutaforhold.”

Búskaparmálaráðið hevur ábyrgdina av lógararbeiðinum.

Lóggávan fyri gjaldoyraviðurskifti er donsk. Lóggávan og fyrisitingin

fylgja eisini altjóða samstarvi og reglum.

Fígging: Fíggjarligu ábyrgdina av lógararbeiði hevur Búskaparmálaráðið.

Ábyrgdina av fyrisitingarkostnaði hevur Tjóðbankin ella Industri-

og Handelsstyrelsen, so leingi sum kostnaðurin ikki verður líknaður

út á nýtarar við avgjøldum fyri altjóða gjaldingar.

Donsk lóg um Tjóðbanka Danmarkar

L. nr. 116 af 07.04.1936 om Danmarks Nationalbank, som den

senest er ændret ved L. nr. 88 af 15.03.1939.

– B. nr. 344 af 22.12.1937 om indløseligheden af nationalbankens

sedler.

Lóggáva: Lógin er sett í gildi við „B. nr. 152 frá 28.05.36,“ eisini fyri

Føroyar. Búskaparmálaráðið hevur ábyrgdina av lógararbeiðinum.

Lógin er fyrisitingarlóg fyri Tjóðbanka Danmarkar.

Lóggávan um búskaparstýring og búskaparjavning er blandað

donsk og føroysk.

Lóggávan um fyrisitingarøki Tjóðbankans fylgir eisini altjóða samstarvi,

avtalum og sáttmálum.

Fyrisiting: Tjóðbanki Danmarkar er fyrisitingarligur myndugleiki fyri

peningapolitikk, herímillum rentupolitikk og gjaldoyrapolitikk og fyri

at skapa javnvág í tilgongd og frágongd í samfelagsins gjaldføri.

Myndugleiki Tjóðbankans verður útintur eftir serstakari lóggávu á

teim ymsu politikkøkjunum. Hesin myndugleiki verður eisini útintur

sum partur av vinnuliga virkseminum hjá Tjóðbankanum.

Den kongelige bankkommissær, sum er búskaparmálaráðharrin, hevur

eftirlit við, at Tjóðbanki Danmarkar heldur lóg og reglur sínar.

Fyrisitingarligi myndugleiki Tjóðbankans hevur eisini gildi í Føroyum.

Politikkurin tekur støði í búskaparligu støðuni í Danmark. Landsbanki

Føroya skal í virki sínum hava atlit til tørvin í føroyska búskapinum.

Fígging: Fíggjarligu ábyrgdina av lógararbeiði hevur Búskaparmála-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!