24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

10 – Hvítabók – Fylgibind 2

Fiskimálastýrið · 145

Løgmálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin hava eisini ávísar skyldur,

t.d. at staðfesta ognarrætt til skip ella góðs. Ger eigari ikki vart við

seg, hevur fíggjarmálaráðharrin sambært lógini heimild til at lata

bjargingarfólk fáa teir ognarlutir, sum hava størri virði enn 10 kr.

Lóggáva: Lógin ásetir reglur fyri, hvørjar uppgávur og skyldur ávísir

myndugleikar hava, tá skip er strandað ella er um at stranda. Eisini er

álagt øllum at hjálpa, har tað stendur um lív, uttan tó at koma sær

sjálvum í vanda. Fólk á staðnum hava skyldu til veita teimum skipbrotnu

innivist og neyðuga røkt. Endurgjald verður veitt teimum,

sum hava útreiðslur av hesum.

Er eingin umboðsmaður á staðnum fyri tann, sum eigur skip ella

farm, hevur løgreglan skyldu til at boða eigaranum frá hesum, soleiðis

at hann, eftir at hava veitt trygd fyri bjargingarútreiðslum, kann koma

eftir ognarlutunum. Ger eigarin ikki vart við seg innan 1 ár, kunnu

ognirnar verða seldar á uppboði.

Bjargingarlønin kann vera 1/3 av søluvirðinum, tá bjargingarútreiðslurnar

eru frádrignar. Bjargingarlønin kann eisini verða ásett eftir

kapitli 9 í sjólógini. Ger eigarin ikki vart við seg, fær statskassin tað,

sum eftir er av upphæddini.

Fígging: Av tí at ábyrgd og skyldur liggja á donskum myndugleikum,

eru tað hesir, sum í løtuni bera kostnaðin av at umsita lógina, t.e., at

fíggingin av lógarøkinum bert er ein brotpartur av tí, sum nevndu

myndugleikar kosta.

– L.nr. 131 af 17.04.1916 om Lodsvæsenet, som senest ændret ved

lov nr. 127 af 15.04.1930.

– B.nr. 118 af 02.06.1900 om Brugen af Lodskendingsflaget.

– A.nr. 9 af 17.01.1934 om Signaler for Lods.

Loðslógin er ríkislóg, sum er sett í gildi í 1916 og seinast broytt í

1930. Lóggávan er ótíðarhóskandi á fleiri økjum, serliga tá ið ræður

um starvsfólkaviðurskifti. Lógin er dagførd í Danmark, men ikki í Føroyum.

Lóggávan: Lógin ásetir reglur um, hvussu loðsskipanin skal vera,

hvussu loðsar og skipsførarar skulu bera seg at og hvørja ábyrgd teir

hava, tá ið skip verður loðsað. Sambært lógini skal ráðharrin áseta

gjøld fyri loðstænastu. Í lógini er greiniliga ásett, hvat ið goldið skal

verða fyri. Gjøldini eigur loðsverkið á staðnum.

Fyrisiting: Sambært lógini skal loðsskipanin verða skipað undir einum

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!