24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

266 · Hvítabók – Fylgibind 2

Inngangur

Í sambandi við fólkaatkvøðuna um fullveldi hava tríggir bólkar arbeitt

síðan oktober 1998 við eini verkætlan, sum lýsir, hvørji krøv fara at

verða sett føroyska samfelagnum í sambandi við fullveldi. Hesir bólkar

eru búskaparbólkurin, sáttmálabólkurin og fyrisitingarbólkurin.

Fyrisitingarbólkurin hevur verið mannaður við umboðum úr øllum

aðalstýrum.

Aðalstýrini fingu í hesum sambandi sum setning at gera eina lýsing

av teimum ymsu landsstýrismálaøkjunum. Almanna- og heilsumálastýrið

hevur við hesum lýst almanna- og heilsuøkið, tá ið talan er um

fyrisiting, lóggávu og fígging.

Viðvíkjandi fyrisiting er lýst, hvørjir danskir og føroyskir fyrisitingarmyndugleikar

eru sambært lóggávu á økinum, og hvørjar uppgávur

hesir myndugleikar hava. Stórur dentur er lagdur á at lýsa fyrisitingaruppgávur,

fyri at fáa yvirlit yvir, hvussu umfatandi tær eru á hesum

øki.

Viðvíkjandi lóggávu er lýst, hvussu og nær lóggávan er sett í gildi,

og hvat slag av yvirtøku, talan er um, t.e., um økið er yvirtikið sambært

§ 2 ella § 9 í heimastýrislógini, ella um økið ikki er yvirtikið.

Viðvíkjandi fígging er lýst, hvør ið hevur fíggjarligu ábyrgdina, føroyskir

ella danskir myndugleikar.

Einki taltilfar er við í hesi lýsing, tí hetta vóru ikki stundir til, áðrenn

frágreiðingin skuldi verða avhend. Arbeiðið at fáa hesi tøl til vega

heldur á, og verða tølini løgd við sum skjal seinni. Ikki ber til at finna

tøl fyri útreiðslur, ið eru avsettar á fíggjarlógini, og fyri ávísar aðrar

útreiðslur, sum danski staturin rindar, sum t.d. landslæknan. Í hesi

lýsing verða tí ongar metingar gjørdar av, hvussu nógv eitt føroyskt

heilsustýri hevði kostað. Hetta mugu gjølligari kanningar til.

Almanna- og heilsuøkið er sera torskilt, tá ið talan er um lóggávu. Tí

varð hildið at vera neyðugt at greiða eitt sindur frá hesi lóggávu, áðrenn

komið verður til sjálva lýsingina av almanna- og heilsuøkinum.

Tosað verður tíðum um, at føroyingar hava „yvirtikið“ eitt málsøki

frá dønum. Men „yvirtøka“ er sera vítt hugtak. Til ber at yvirtaka eitt

øki bæði fyrisitingarliga, lógarliga og fíggjarliga, ella bert at yvirtaka

tað partvíst.

Ein yvirtøkuformur er sambært § 9 í heimastýrislógini. Í hesi yvirtøku

er málsøkið felagsmál, og tveir møguleikar eru fyri yvirtøku:

• Fyri tað fyrsta kunnu vit eftir samráðingar við danir avtala, at vit

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!