24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Løgmansskrivstovan · 75

miðalfólk við maka og tveimum børnum, har útreiðslur eru av

langtíðarleiðu, útgerð o.ø.

Føroyskur limaskapur í millumríkjafelagsskapum fer í flestu førum

at seta fíggjarkrøv. Tí eigur at verða nevnt, at ikki allir felagsskapir

krevja inn limagjald. Tað valdast, um felagsskapurin hevur egna skrivstovu.

Vanligt er, at goldið verður eftir bruttotjóðarúrtøku. Í øðrum

førum verður goldið sambært semju millum limaland og felagsskap,

alt eftir, hvussu virknan politikk limalandið hevur í millumtjóða høpi

í virkseminum hjá felagsskapinum.

Skipanin av eini føroyskari uttanríkistænastu kann hava løguútreiðslur

við sær. Mett verður, at tílíkar útreiðslur kunnu verða av

sendistovum og umboðsstovum. Aftur at hesum eigur at verða havt í

huga, at vanligt er at langtíðarleiga bygningar, íbúðir, akfør og aðra

útgerð í slíkum starvi. Hesar útreiðslur eru roknaðar upp í útreiðslurnar,

sum nevndar vóru omanfyri um fólk, ið starvast burturi í uttanríkistænastu.

Skipanin av eini føroyskari uttanríkistænastu fer at seta ávís

starvsfólkakrøv. Ein fullmannað sendistova krevur ein sendiharra, ein

varasendiharra, ein sendifulltrúa, eitt skrivstovufólk og eitt hjálparfólk,

ið eisini er bilførari. Tað er tó ikki óvanligt, at sendistovur hava

minni manning. Í ávísum førum eru dømi um sendistovur, har sendiharrin

er einsamallur um alt. Eisini nýta smá lond av fíggjarávum

heimastarvandi, ferðandi sendiharrar.

Heildarkostnaðurin fyri eina føroyska uttanríkistænastu, sum samsvarar

áðurnevndu ætlan, verður viðgjørdur niðanfyri í trimum stigum.

Fyrst verður kostnaðurin og starvsfólkatørvurin fyri føroyskar

sendistovur og umboðsstovur viðgjørdur. Síðan verður kostnaðurin

fyri føroyska luttøku í millumríkjafelagsskapum viðgjørdur, og at

enda verður umrøddur kostnaðurin og starvsfólkatørvurin í sambandi

við eina samsvarandi útbygging av uttanlandsdeildini.

Árligur rakstrarkostnaður av sendistovum og umboðsstovum

Sendistova Føroya í Reykjavík

Lond og felagsskapir: Ísland

Starvsfólk: Ein sendiharri

Ein sendifulltrúi, (varasendiharri)

Ein skrivari

Rakstrarútreiðslur: 3 mió. kr.

Sendistova Føroya í Oslo

Lond og felagsskapir: Noreg og Russland

Starvsfólk: Ein sendiharri

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!