24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

308 · Hvítabók – Fylgibind 2

Røktarassistentar (Yrkis- og alisrøktarar) (Ergo- og fysioterapeutar)

A. nr. 216 af 06.04.1988 om ikrafttræden på Færøerne af lov om

terapiassistenter.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Myndugleikarnir sambært lógini eru danska Heilsumálaráðið, undirvísingarmálaráðharrin,

danska Undirvísingardirektoratið, Sundhedsstyrelsen

og fútin.

Uppgávan hjá heilsumálaráðharranum sambært fyriskipanini er at

góðkenna yrkis- og alisrøktarar. Tá ið góðkenningin verður givin, verður

mett, um viðkomandi lýkur krøvini til hetta yrki. Danski heilsumálaráðharrin

kann eisini góðkenna tey, sum hava tikið líknandi útbúgving

í øðrum londum. Ráðharrin kann eisini avmarka rættin hjá

fólki at starvast sum yrkis- ella alisrøktari, og hann skipar fyri, at yvirlit

er yvir allar givnar góðkenningar. Heilsumálaráðið virkar eisini sum

kærumyndugleiki sambært hesi fyriskipan.

Uppgávan hjá Undirvísingarmálaráðnum sambært fyriskipanini er

at góðkenna skúlar fyri røktarassistentar og at áseta neyvari reglur um

útbúgvingarnar. Undirvísingarmálaráðharrin kann lata danska Undirvísingarstýrinum

hesar uppgávur. Undirvísingarmálaráðharrin kann

áseta reglur um kærumøguleikar.

Sundhedsstyrelsen hevur til uppgávu at hava eftirlit við røktarassistentum

sambært „lov om sundhedsvæsenets centralstyrelse,“ (sí

omanfyri). Røktarassistentar kunnu skriva frá sær rættin til virki sítt

við at geva Sundhedsstyrelsen boð um hetta. Samstundis missir viðkomandi

góðkenningina. Vil hann hava góðkenningina aftur, skal

hann senda umsókn til Heilsumálaráðið. Missir ein góðkenningina,

almannakunnger Sundhedsstyrelsen hetta.

Uppgávan hjá fútanum er, at um røktarassistentur gerst sekur í

grovari ella endurtakandi misrøkt í starvi sínum, skal fútin átala hetta,

og verður røktarassistenturin tá revsaður við bót ella hefti.

2. Lóggáva

Lógin ásetir reglur um virksemið hjá røktarassistentum í Føroyum.

Økið er felagsmál, og lógin er tí sett í gildi í Føroyum við kongligari

fyriskipan, men er ikki dagførd síðani 1988, av tí at føroyska umsitingin

hevur ikki havt neyðuga arbeiðsorku til tess.

Um lóggávuna annars og samstarvsavtalu við donsku stjórnina, sí

inngangin til kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar

heilsuútbúgvingar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!