24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Inngangur · 9

Tá hesi øki verða umrødd og sagt verður, at føroyskir myndugleikar

við blokkinum rinda fyri tey vegna statin, so er altso talan um formlig

viðurskifti, sum ikki samsvara við ta veruligu mannagongdina. Tí ber

heldur ikki til at siga, at tað verða júst hesi øki, sum t.d. verða rakt

av eini minking í blokkstuðlinum.

Vit hava annars mett, at blokkstuðulin sum heild er ein fíggjar- og

búskaparpolitiskur spurningur, sum ikki eigur at verða viðgjørdur í

sambandi við tey einstøku økini. Hann verður greinaður og viðgjørdur

í síni heild í frágreiðingini frá búskaparnevndini.

3) Tá tað í tekstinum verður tosað um at „yvirtaka“ eitt øki, er týdningurin

ikki tann, sum vit kenna frá heimastýrisskipanini. Tað merkir

her, at økið kemur undir endaligt føroyskt málsræði.

Samskipað arbeiðið millum løgmansskrivstovuna og aðalstýrini hava

Barbara á Tjaldrafløtti, cand. scient., adm. formaður, Bergur Berg,

cand. scient. pol. skrivari og Sjúrður Skaale, cand. scient. pol. kunningarráðgevi.

Samskipað arbeiðið í teimum ymsu aðalstýrunum hava hesi:

Løgmansskrivstovan, Barbara á Tjaldrafløtti, cand. scient. adm. deildarstjóri

Fíggjarmálastýrið, Jóngerð Purkhús, cand. polit., fulltrúi

Fiskimálastýrið, Heðin Weihe, cand. jur. fulltrúi

Vinnumálastýrið, Bjarni Askham Bjarnason, cand. merc., skrivstovuleiðari

Undirvísingar- og mentamálastýrið, Jeanette Blåsvær, cand. scient.

adm. fulltrúi og John Rajani, MBA, fyrrverandi fíggjarfulltrúi og leiðari

á Stuðulsstovninum

Almanna- og heilsumálastýrið, Birita Petersen, cand. jur., fulltrúi

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!