24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 293

forsikringsforeningen ráðføra seg við eitt læknaligt ráðgevaranet, sum

eisini er knýtt at skipanini.

Avgerðin hjá felagnum kann verða kærd til Patientskadeankenævnet.

2. Lóggáva

Sum er, er bert culpaábyrgd í føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað merkir,

at sjúklingurin sjálvur skal prógva, at eitt mistak er gjørt, tá ið hann

er vorðin viðgjørdur á føroyskum sjúkrahúsi. Hetta er sera óheppið,

tí ofta er sera torført hjá sjúklinginum at prógva mistakið.

Hetta verður broytt við hesi lóg. Ætlanin við henni er at víðka um

endurgjaldsrættin hjá sjúklinginum og at tryggja, at sjúklingurin fær

endurgjaldið skjótari og lættari enn eftir reglunum, sum nú eru. Í

„Lov om patientforsikring“ er ábyrgdin ikki avmarkað til culpaábyrgd,

tó at talan heldur ikki er um vanliga, objektiva ábyrgd.

Rætturin hjá sjúklinginum til endurgjald er ikki tengdur at, um t.d.

ein lækni hevur átikið sær sjálvsábyrgd av skaðanum. Meginreglan í

lógini er, at endurgjaldsábyrgdin umfatar allar skaðar av kanning, viðgerð

ella tílíkum, sum sjúklingurin sambært eini objektivari meting

kundi verið sloppin undan, antin við at havt ein royndari lækna, ella

við at nýtt aðrar viðgerðarhættir. Harumframt fær sjúklingurin eisini

endurgjald fyri skaðar, sum koma av brekum í teknisku tólunum á

sjúkrahúsinum, og um so er, at sjúklingurin av viðgerðini fær aðra

smittu, sum ikki er rímiligt, at hann skal gjalda útreiðslurnar av sjálvur.

Heimild er fyri at seta lógina í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.

Lógin snýr seg um endurgjald til sjúklingar. Bæði endurgjaldsábyrgd

og heilsuverkið eru felagsmál. Tryggingarvirksemið er sermál,

men lógin snýr seg tó ikki um tryggingarvirksemi. Tann parturin av

lógini, sum hevur við trygging at gera, snýr seg um, at tann endurgjaldsskyldugi

skal gera tryggingaravtalu við eitt tryggingarfelag. Tað

merkir, at lógin regulerar tryggingaravtalur, og hesar eru ikki sermál.

Tí verður lógin sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.

Føroyska lógin verður at kalla átøk tí donsku. Frávikini eru, at

teksturin verður broyttur soleiðis, at sjúklingatryggingin fer at galda

fyri sjúklingaskaða, ið er hendur í Føroyum ella í Danmark, at tilvísingarnar

í lógini eru broyttar í samsvari við lóggávuna í Føroyum, og

at gildiskomureglurnar eru øðrvísi.

Lógin varð samtykt á Løgtingi í tingsetuni 1998/99 og er send

donsku ríkismyndugleikunum, tí tað eru teir, sum skulu seta lógina í

gildi fyri Føroyar við at lýsa hana í Kunngerðablaðnum B. Av tí at

hetta ikki er gjørt enn, er lógin heldur ikki komin í gildi.

Klaga frá sjúklingi fær sambært hesi lóg eina sera holla viðgerð í

donsku skipanini, sum byggir á drúgvar royndir við endurgjaldi til

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!