24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

168 · Hvítabók – Fylgibind 2

økinum at gera, vil natúrliga kunna hoyra undir Fiskimálastýrið, sum

hevur sjóvinnu sum ábyrgdarøki.

Avmerking av siglingarøkjum kann verða skipað undir Vinnumálastýrið,

t.e. Landsverkfrøðingin, av tí at hesin stovnur samarbeiðir við

Farvandsdirektoratet um hetta.

Tele Danmark A/S hevur ábyrgdina av neyð- og trygdarskipanini á

radioøkinum. Føroya Tele rekur støðina Tórshavn radio vegna Tele

Danmark. Telestyrelsen hevur ábyrgdina á virkisøkinum hjá Tele

Danmark. Økið hevði natúrliga kunnað verið skipað undir Føroya

tele.

Kemur alt sjóvinnumálsøkið undir føroyskt sjálvræði, kunnu ríkislógir,

við tí gildi, tær nú hava, verða innførdar í føroyska løgtingslóggávu,

eftir at tær eru umsettar til føroyskt. Av tí at sjóvinnuøkið eisini er

altjóða øki, skal umsitingin eisini kunna arbeiða í altjóða viðurskiftum,

har lógir og fyriskipanir um trygd á sjónum verða gjørdar. Hetta

setir sera stór krøv til umsitingina, tí at í flestu førum er talan um

serkunnleika, sum sjóvinnumyndugleikin skal hava sambært altjóða

sáttmálum.

Umsitingin má skipa seg soleiðis, at serkunnleiki má vera á hesum

økjum:

• skipaeftirlit, sum krevur tekniskan vitan um konstruktiv krøv til

skip

• sjóvinnuumsiting, operationella vitan um skiparakstur, herímillum

manning av skipi, førleikakrøv og sosial viðurskifti

• sjóvinnuútbúgvingar, vitan um hvørji altjóða krøv verða sett til

sjóvinnuútbúgvingar o.a.

Umframt at fíggja umsitingina, liggur tað eisini á limalondum í altjóða

felagsskapum, t.d. IMO, at gjalda fyri limaskap.

Av tí at altjóða arbeiðið krevur serkunnleika á nógvum økjum, er

skilagott, at myndugleikarnir í ymsu londunum kunnu vera felags um

hetta. Dømi um tað er í norðurlendska samstarvinum, har høvuðsmálini

í t.d. IMO verða viðgjørd. Velja Føroyar tó ikki at hava serkunnleika

á øllum økjum, er neyðugt at gera samstarvssáttmálar við

grannalond okkara, sum kunnu stuðla okkara arbeiði har.

Í sambandi við fullveldi eiga Føroyar beinanvegin at taka ábyrgdina

av øllum økinum og at gera nýggjar samstarvsavtalur við danir um

serkøna hjálp í eini skiftistíð.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!