24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

82 · Hvítabók – Fylgibind 2

Samstarv við aðrar stovnar

Ríkisumboðið samstarvar í prinsippinum við allar almennar myndugleikar

í ríkinum, teirra millum øll donsk umboð í útlondum. Eisini

samstarvar ríkisumboðið við eina røð av almennum og privatum fyritøkum.

Starvsfólk og bygnaður

Á ríkisumboðnum starvast 13 fólk til samans. Av teimum eru fýra

útbúgvin á lærdum háskúla.

Stovnurin er býttur í fýra høvuðsøki, eitt fyri fígging, almenn mál og

innanhýsis umsiting, eitt fyri løgmál, almenn mál o.tíl, eitt, sum tekur

sær av bókførslu, umseting, tekstviðgerð og avgreiðslu, og so er eisini

eitt tænastufólk. Aftur at nevndu uppgávum kemur skipið Thorshavn.

Kostnaður

Ríkisumboðnum eru játtaðar 6.2 mió. kr. til rakstur. Ríkisumboðið

hevur eina árliga inntøku, sum stavar frá sølu av útgávuvirksemi og

íbúðargjaldi frá starvsfólkum, sum búgva í embætisbústaðnum.

Niðurstøða

Fullveldið ber við sær, at sivilrættarligu málini koma øll undir føroyskt

málsræði. Henda broyting setir eingi beinleiðis krøv til lóggávuna.

Vanliga kunnu avgerðir hjá ríkisumboðnum kærast til Civilretsdirektoratet.

At málið kemur undir føroyskt málsræði, krevur, at støða

verður tikin til, hvønn ið avgerðir skulu kunna kærast til. Fyrisitingarliga

ber hetta við sær, at tørvur verður á fimm ársverkum.

Um hugt verður at uppgávunum, sum koma undir bólkin: aðrar høvuðsuppgávur,

sæst, at flest allar av hesum falla burtur við fullveldinum.

Ríkisumboðið gevur út „Lovregister for Færøerne“ saman við Løgmansskrivstovuni.

Nevnt skal vera í hesum sambandi, at Løgmansskrivstovan

arbeiðir við at seta í verk lógdátagrunn, har grundtilfarið

er Lógbókin fyri Føroyar, og á henda hátt verður alt lógartilfar atkomiligt

gjøgnum internótina.

Samanumtikið verður mett, at sivilrættarligu málini kunnu verða

flutt undir føroyskt málsræði uttan stórvegis fyrireikingar, og málini

kunnu verða umsitin á løgdeildini á Løgmansskrivstovuni. Mett verður,

at kostnaðurin fyri at umsita sivilrættarligu lóggávuna fer at liggja

um 1,5 mió. kr. árliga.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!