24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 229

Organization) at tær føroysku útbúgvingarnar eru á altjóða stigi og

lúka tey altjóða krøv, sum IMO setur. Tað er neyðugt, at útbúgvingar

eru gókendar av IMO, um føroysk sjófólk skulu sigla við útlendskum

skipum og við føroyskum skipum, sum sigla uttan fyri føroyskan

sjógv og koma til útlenskar havnir.

Harumframt fevnir avtalan um skrivligar uppgávur til próvtøkuna

hjá skipsførarum, maskinistum og maskinmeistarum, soleiðis at hesar

eru til taks ókeypis hjá føroysku skúlamyndugleikunum. Í onkrum

førum verða próvdómarar úr Danmark nýttir, og verður hetta goldið

av føroyska skúlaverkinum.

Um fullveldi førir til, at vit sjálv skulu fáa okkara útbúgvingar góðkendar

av IMO, skulu Føroyar hava limaskap og umsiting at syrgja

fyri fyrireikingararbeiðinum til góðkenningina.

Útbúgvingar á handilsskúlunum og teknisku skúlunum

Avtalan er um:

• Ókeypis nýtslu av donskum skrivligum próvtøkuuppgávum

• Ókeypis nýtslu av lærugreinaráðgevum til yrkisráðgeving

• Ókeypis sending av reglusavninum og øðrum tilfari frá Uddannelsesstyrelsen

• Hjálp við góðkenning av prógvum í altjóða høpi

Í ávísum førum er trupult at fáa føroysk yrkisfólk at gera próvtøkuuppgávur,

tí fakliga umhvørvið í Føroyum er so lítið. Tá danskar

próvtøkuuppgávur verða nýttar, vera hesar dømdar av donskum próvdómarum.

Uppgávurnar eru ókeypis, men próvdømingin verður goldin

av føroyska skúlaverkinum.

Føroyska skúlaverkið nýtir danskar ráðgevar til ráðgeving, yrkisskeið

o. a. Útreiðslur til ferðing og uppihald hjá lærugreinaráðgevum

í sambandi við skeið verða goldnar av føroyska skúlaverkinum. Alt

annað er ókeypis.

Lóggáva um próvtøkuviðurskifti er reint føroyskt málsøki. Einki er

ásett um, at føroyska skúlaverkið skal nýta danskar próvtøkuuppgávur,

men hetta verður gjørt eftir avtalum millum danska Undirvísingarmálaráðið

og Undirvísingar- og mentamálastýrið. Tað er sostatt

eingin treyt, at slíkar avtalur eru um próvtøkur, men tær eru grundarlagið

undir, at taka føroyskar næmingar upp til danskar útbúgvingar

á jøvnum føti við danskar næmingar.

Lærlingaútbúgvingin

Lærlingaútbúgvingarnar í Føroyum eru um 70 í tali. Talið er eitt sindur

skiftandi. Nýggjar útbúgvingar verða settar á stovn, og aðrar verða

niðurlagdar. Býtið millum útbúgvingarnar er í løtuni soleiðis, at fyri

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!