24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

230 · Hvítabók – Fylgibind 2

handverk og ídnað er talið 52, og fyri skrivstovur, fíggingarstovnar,

heilsøluhandil og smásøluhandil er talið 19.

Lærlingaútbúgvingar eru skiftisútbúgvingar, har lærlingur í umleið

3/4 av lærutíðini er á einum góðkendum læruplássi og umleið 1/4 av

tíðini er í skúla. Útbúgvingartíðin hjá lærlingunum er 2-5 ár, men

flestu handverksútbúgvingarnar taka tó um 4 ár.

Lærlingi er við Løgtingslóg nr. 29 frá 12. oktober 1954 við seinni

broytingum tryggjað minstaløn í allari lærutíðini. Landskassin endurrindar

læruplássunum lærlingaløn undir skúlagongd, tó ikki meira enn

galdandi minstuløn. Somuleiðis endurrindar landskassin læruplássunum

ferðaútreiðslur í standast av kravdari skúlagongd í Danmark. Í

Danmark er tað ikki tað almenna, ið veitir hesi endurgjøld, men harafturímóti

Arbejdsgivernes Elevrefusion.

Í 8 av teimum 52 handverksútbúgvingunum fáa lærlingarnir ta

neyðugu skúlagongdina í Føroyum. Í hinum 44 noyðast lærlingarnir

til Danmarkar. Í 6 av hesum 44 kunnu lærlingar tó taka tað fyrsta

skúlaskeiðið í Føroyum og síðani restina í Danmark.

Allir handilslærlingar og allir skrivstovulærlingar, undantiknir „all

round – skrivstovulærlingar”, hava verið noyddir at taka sergreinaskeiðini

eftir støðisárið á handilskostskúlum í Danmark.

Síðani føroyska lærlingalógin kom í gildi í 1954, og eisini áðrenn

tað, hevur verið galdandi, at føroyskir lærlingar, sum ikki kunnu fáa

skúlagongd í Føroyum, skulu fáa skúlagongdina á tekniskum skúlum

í Danmark. Sambært Rundskrivelse nr. 446 fra Tilsynet med den

tekniske undervisning frá 4. apríl 1962 hevur verið galdandi, at: „Såfremt

undervisningen for et håndværksfag i henhold til §11 i den færøske

lærlingelov helt eller delvis henlægges til en teknisk skole i Danmark, vil

lærlingene fra dette fag kunne få udgifterne godtgjort til de nødvendige

rejser, herunder skib Torshavn-København og tilbage på 2. klasse med

køje. – Spørgsmål om ydelse af befordringsgodtgørelse til andre lærlinge,

hvor læremester og lærling er enige om, at lærlingen bør søge undervisning

ved en teknisk skole i Danmark, og hvor det færøske lærlingeråd

skriftligt anbefaler andragendet, skal i hvert enkelt tilfælde forelægges

tilsynet til forudgående godkendelse.”

Lærlingaundirvísingin á tekniskum skúlum og handilsskúlum í Føroyum

hevur verið fíggjað við 80% úr blokkinum og við 20% frá

kommununum.

Danskir vinnuskúlar, ið taka ímóti føroyskum lærlingum, hava higartil

fingið rakstrarstuðul til undirvísingina, sama um lærlingarnir

høvdu danskan ella føroyskan lærusáttmála. Tað hevur sostatt ikki

verið kravt gjald fyri føroyskar lærlingar á skúlum í Danmark. Heldur

ikki, tá ið tað snýr seg um uppihald. Tann parturin av uppihaldsútreiðslunum,

sum lærlingur sjálvur skal rinda, (uml. 500 kr. um vik-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!