24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 295

Av tí at málsøkið ikki er yvirtikið, er heimild fyri at seta lógina í

gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið er tað ein fyrimunur

við skipanini, at føroyska vísindasiðseminevndin verður knýtt at „Den

Centrale Videnskabsetiske Komité,“ sum er høvuðsmyndugleiki hjá

donsku økisnevndunum. Soleiðis kunnu føroyingar fáa neyðuga vegleiðing

frá høvuðsnevndini, samstundis sum skipanin ikki verður so

dýr hjá føroyingum at umsita.

Teksturin í uppskotinum er tillagaður føroysk viðurskifti, soleiðis

at ásett verður, hvussu nevndin skal verða uppbygd, og hvussu sambandið

ímillum føroysku nevndina og donsku høvuðsnevndina skal

vera. Eisini verður lógin broytt soleiðis, at hon í staðin fyri at áseta,

hvørjar uppgávur donsku nevndirnar hava, ásetir, hvørjar uppgávur

føroyska nevndin skal hava.

Lógin varð samtykt á Løgtingi í tingsetuni 1998/99 og er send

donsku ríkismyndugleikunum, tí tað eru teir, sum skulu seta lógina í

gildi fyri Føroyar við at lýsa hana í Kunngerðablaðnum B. Av tí at

hetta ikki er gjørt enn, er lógin tískil ikki komin í gildi.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Mett verður, at fíggjarligi kostnaðurin av uppskotinum verður uml.

50.000 kr. um árið. Væntandi fara teir sjey nevndarlimirnir at hava

um tíggju fundir árliga. Landsstýrismaðurin rindar limunum fundarpening

og ferðaútreiðslur eftir vanligum reglum, sum galda fyri tænastumenn.

Í kongligu fyriskipanini er eisini møguleiki fyri, at landsstýrismaðurin

ásetir reglur um, at limirnir, umframt hetta, fáa dagog

tímapening eftir vanligum reglum, sum galda fyri tænastumenn,

umframt endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, og at formaðurin,

næstformaðurin og skrivarin kunnu fáa viðbót ella løn fyri sítt arbeiði.

Harumframt kunnu standast útreiðslur av, at teir tveir føroysku limirnir

í donsku høvuðsnevndini skulu fáa ferðaútreiðslur til Danmarkar

goldnar í sambandi við fundir, sum høvuðsnevndin hevur.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!